So varð hetta tíðarskeiðið liðugt

Nógv fólk var komið saman í plantasjuni hósdagin, fyri at hoyra og heiðra studentar og HF'arar. Sólin strálaði um kapp við nýklaktu pisurnar, og gjørdi sjálvsagt sítt til, at fundurin eydnaðist so væl.

Pisufundurin 04
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo

Afturvendandi tiltakið, við at hava pisufund í plantasjuni, er eftirhondini vorðin ein inngrógvin siður.
Fundurin hevur tó verið hildin nógva ymsa staðni í plantasjuni, og fyrireikararnir í ár høvdu aftur valt at flyta røðarapallin til eitt nýtt stað. Hin so eyðkendi røðarapallurin, við føroysku litunum, ið vit kenna best frá Vaglinum, var í ár ikki nýttur. Ístaðin vórðu talurnar hildnar av einum kletti, ið liggur niðan ímóti nonnuskúlanum. Hetta riggaði avbera væl.
Fyrsta, sum fekk orðið var Marjun Kjelnæs, sum var gestarøðari.
Síðani kom Katrin E.L. Jacobsen, ið helt studentarøðuna. Saman við Benvør Ferjá Eyvindsson, Sunnevá Bech og Bjarna í Liða, hevði hon skrivað røðuna.
Ì hesi røðuni var dentur serliga lagdur á valið, ið má koma eftir trý ár í Hoydølum. Nógvir vegir eru, sum kunnu verða valdir, men alneyðugt er at velja ein veg, sum førir við sær frælsi at vera tann, tú er. Røðan minti pisurnar á, at við studentspróvnum fylgir ein ábyrgd, tí trý ára skúlagongdin er ein íløga, sum samfelagið ger í ungdómin.

...-inni við tað myrkagrøna, næstan brúnliga kjarrið, gekk ein einsamøll meyra. Tað var Magnifik Meyra Miro... Hann var komin til eitt vegamót. Ein krossveg, ið fór sundur í ikki færri enn átta vegir. Bangin hugdi hann rundan um seg og alt í einum varnaðist hann, at hann ongantíð áður hevði upplivað, at eingin onnur meyra var í eygsjón. Fyri fyrstu ferð nakrantíð var Magnifik Meyra Miro púra einsamallur. Fjálturstungin vendi og snaraði hann høvdinum. Hann gekk nøkur fet, men vendi beinanvegin við og stillaði seg aftur í miðjuna, har vegirnir møttust. Valið ørkymlaði hann, og hann segði við seg sjálvan: "Meyra, tú kanst ikki ganga eftir átta gøtum samstundis". Pisurøðan

HF røðan varð hildin av Janus á Ryggi, sum hevði skrivað røðuna saman við Boga Hjalt. Hetta var ein øðrvísi røða enn hinar undanfarnu. Har hinar vóru bókmentakendar, við nógvari myndatalu, var hendan meiri faktakend, við nógvum endurgevingum. Hon viðgjørdi nútíðarsamfelagið, eisini nevnt vitanarsamfelagið og nútíðarmenniskjað, eisini nevnt sjálvsøkna menniskjað. Nevnd vórðu nøkur dømi, Ghandi, móðir Theresa og Martin Luther King, ið megnaðu at liva eitt ósjálvsøkið lív, og sum enn í dag eru vitni um, at ikki er neyðugt at verða sjálvsøkin, hóast livað verður í vitanarsamfelagnum. Røðan var eisini um at tora at taka ábyrgd og hugsa sjálvstøðugt.


...Menniskju verða fødd óvitandi, men ikki býtt. Tey verða gjørd býtt ígjøgnum sína útbúgving... Bertrand Russel, HF-røðan

...Klekir skúlaskipan okkara pisur, sum tora og duga at hugsa sjálvstøðugt, ella klekir hon pisur, sum allar hava sama hugburð og tískil allar flúgva somu leið í stórum trunka?... HF-røðan

...Franski heimspekingurin, Descartes, segði: "Eg hugsi, tí eri eg." Spurningurin er so , um vit, sum nú verða liðug, kunnu siga: "Vit hugsaðu, og tí verða vit til nakað"... HF-røðan

...Hugburður okkara er ofta: "Eg eri bert ein lítil partur av teirri stóru heildini; tí havi eg onga ávirkan". Men vit áttu heldur at spurt, hvat heildin var uttan smáu partarnar... HF-røðan


Nýklaktu pisurnar og hf'ararnir fingu sostatt nøkur álvarsorð og góð ráð frá røðuhaldarunum, at hava við á leiðini framyvir.
Ein stak góð løta í Viðarlundini, sum aftur í ár hevði ein so serstakan dám, merktan av gleði, men eisini av sorgblídni. Tí so varð hetta tíðarskeiðið liðugt.