So var Columbus aftur á Sandsvág

Líkt er til, at Sea Shepherd væntar eina grind aftrat í Sandoynni í ár, nú skipið Columbus aftur liggur á Sandsvág.

Tey gevast ikki so, tó at 14 fólk hjá Sea Shepherd vórðu handtikin í minniligu grindini á Sandi næst seinasta leygardag, og felagsskapurin misti tríggjar bátar, sum løgreglan legði hald á.

 

Í gjárkvøldið kom Columbus aftur á Sandsvág at liggja, og tað kann bara vera tí, at tey vænta eina grind aftrat í Sandoynni. Grindin, sum legði beinini herfyri, var lítil, eini 35 hvalir. 

 

Columbus sleppur ikki inn um havnarmerkini hjá Sands havn, og tí liggur skipið - aftur hesaferð - uttanfyri pierin á Sandi. Sands havn vil hvørki hava Columbus, ei heldur teir smærru bátarnar inn um havnarmerkini.

 

Í grindini breyt Sea Shepherd boðini frá Sands kommunu, tá felagsskapurin við sínum bátum var langt inni á vánni. Hetta hevur borgarstjórin, Brandur Sandoy, ikki latið sær lynda og hevur meldað málið til løgregluna.