So var bronsan heima

Fyrstu løtuna tóktist týdningurin av dystinum at nerva StÍF, men at enda lótu tær ongan iva vera um, at bronsukrónurnar vóru teirra

Kvinnuhondbóltur

Tað var eingin serlig gleði at hóma hjá strandakvinnum eftir sigurin á Neistanum. Kanska var tað meira ivin, sum valdaði, tí enn var dysturin í Vági millum VB og Stjørnuna ikki liðugur. StÍF hevði annars greitt sína skyldu við einum tryggum sigri, men fekk Stjørnan bæði stigini í Vági, kundi hesin vísa seg at vera til fánýtis.
Nakað seinni var úrslitið úr Vági tó greitt, at ivaleyst hava tær hjá StÍF fagnast um hetta í skiftirúminum, men somikið langt røkkur pressufrælsið tó ikki.

Tveittu nervarnar burtur
Um dystin móti Neistanum er annars at siga, at tað var eitt ógvuliga nervakent StÍF, sum byrjaði dystin. Í álopinum gekk spælið ógvuliga stirvið, og fleiri ferðir slapp Neistin avstað í skjótálop. Og í verjupartinum gekst heldur ikki serliga væl. Royndirnar at forða Simou Dziugyte at koma til skot viðførdu ístaðin, at verjan inni á strikuni gjørdist sera leys, og fyrstu løtuna kundi Christina Holm eisini veruliga gera sær dælt av hesum.
Tær á heimaliðnum komu tó fyri seg, og spakuliga togaðu tær seg aftur. Fyri hálvleik høvdu tær vunnið seg fýra mál framum, og í seinna hálvleiki gekk bara ein veg. Einamest tí heimaliðið í nógv størri mun megnaði at eliminera egin mistøk, soleiðis at bílig mál ikki vórðu givin burtur, og so hava tær eisini eina av bestu málverjunum í landinum, sum veruliga spílaði seg út hesa løtuna. Eitt skifti tóktist tað, sum kundi tað gera tað sama, hvat Neistin royndi, og tá tær bláu eftirfylgjandi mest sum mistu mótið, vóru bæði stigini og harvið bronsumerkini eisini vís.

Uppiborin bronsa
Og tað skal heldur ikki vera nakar ivi um, at StÍF eigur bronsuna uppiborna. Verður sæð burtur frá VB og VÍF, so hevur talan verið um eina sera javna kapping, og mitt í øllum teimum óstøðugu úrslitunum, hevur StÍF verið mest støðuga liðið. Og so hava tær eisini megnað at tikið stig frá bæði VB og VÍF.
Kanska vóru tær ikki liðið, sum varð tengt mest at heiðursmerkjunum, tá árið byrjaði, men tær hava í mangar máta sýnt, at talan er um eitt sera spennandi lið. Tær tríggjar útlendsku eiga sjálvandi sín stóra lut í hesum. Kristina er ein av bestu málverjunum í landinum, og hevur hon ein góðan dag, kann hon mest sum tryggja stigini einsamøll. Asta er kanska kvinnuligi leikarin við harðasta skotinum í landinum, og so skal Alina Olaru heldur ikki gloymast. Hon er kanska mest kompletti leikarin, sum hevur leikt í kvinnudeildini í ár, og hvørki í verju ella álopi kann týdningur hennara yvirmetast.
Men hartil, so hevur StÍF avgjørt eisin aðrar leikarar at byggja uppá. Longu í fjør fóru onkrar teirra at vísa tenn, og so hvørt sum sjálvsálitið er vaksið, eru avrikini hjá hesum eisini vorðin alsamt betri.
Og við úrslitunu, sum yngru deildir felagsins hava fingið í ár, so er lítið at ivast í, at framtíðin sær bjørt út hjá StÍF. Bæði hjá dreingjum og gentum standa liðini nærum í bíðirøð eftir heiðursmerkjum, so um rætt verður atborið, er nóg mikið at seta við komandi áriini, soleiðis at støðan sum eitt av fremstu feløgunum í landinum ikki bara er at rokna sum fyribils.

Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 30-19 (14-10)
Málskjúttar:
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 8(8), Alina Olaru 6, Paula D. Olsen 5, Asta Petrauskiene 4, Anna B. Danielsen 4, Anna Maria Berthelsen 2, Paula B. Høgnesen 1
Neistin: Simona Dziugyte 7(2), Christina Holm 6, Jórun Ludvig 3, Vivian Thorleifsson 1, Súna Mørk 1, Mildrið Jacobsen 1
Brotskøst: StÍF 8, Neistin 4
Útvísingar: StÍF 1, Neistin 2
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Hartvig Joensen. Máttu leggja rygg til onkrar skolur ígjøgnum dystin, men tóktust ikki nervast stórvegis av hesum.