Hondbóltur
Hoyvíkingar mugu helst smyrja seg við, at teir ikki hava tað heilt stóra at spæla fyri seinastu dystirnar av kappingarárinum.
Hóast finalumøguleikin er fjarðaður burtur í mest sum einki, so hava bronsumerkini kortini verið í eygsjón, men eisini tey eru nú mest sum burtur.
Sunnudagin gjørdist H71 nevnliga bara næsta liðið, sum mátti lúta fyri KÍF í landskappingardysti.
Kollfirðingarnir hava verið púrasta sørir síðani november mánað, men sunnudagin høvdu teir so ruddiliga munin á gestunum.
Hóast teir einki hava at spæla fyri, fyrr enn ein møguligur upp –og niðurflytingardystur er á skránni móti Team Klaksvík, so vildi heimaliðið meira sunnudagin. Hóast tað nakrar ferðir stóð á jøvnum,so var tað bert fyrsta lítla korterið, at H71 hevði nøsina frammanfyri.
Spælið var kanska ikki tað besta ella ferðmiklasta. Men kollfirðingarnir spældu allan dystin skilagott. Teir stóðu væl í verjuni, og í álopsspælinum ansaðu teir eftir, at tekniskar villur ikki kostaðu kontra til mótstøðuna. Og høvdu dómararnir armin á lofti, varð dyrgt eftir tríggjametrakasti, soleiðis at Oros antin kundi høgga til sjálvur ella eisini spæla viðspælara leysan.
Teirri uppskriftini fann H71 ongan tíð nakað veruligt vápn ímóti, og tí gjørdist talan støðugt um tunga mótbrekku fyri teirra viðkomandi.
Fakta um dystin
KÍF-H7 126-23 (12-10)
10 min: 3-4
20 min: 8-7
40 min: 16-14
50 min: 20-18
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8(2), Rógvi Weihe 5, Niklas Reginsson 5, Regin Petersen 3, Dean Jankovic 3, Teitur Joensen 2
H71: Esbern Patursson 7, Janus Sørensen 7, Dánjal Tórgarð 3, Johnny Durhuus 2(2), Gunnar Bláberg 2, Freddie Poulsen 1, Christian Eli Zachariassen 1
Brotskøst: KÍF 2, H71 3
Útvísingar: KÍF 7, H71 3
Dómarar: Kristjan Joensen & Karstin Joensen