So vandamikið er tað at koyra for skjótt

Ein kanning hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd vísir, at heili 21 prosent av teimum, sum koyra yvir 100 kilometrar um tíman enda í einum ferðsluóhappi

Tað hevur leingi verið ein sannroynd, at tað er ein týðiligur samanhangur ímillum, hvussu skjótt bilar koyra og vandan fyri at enda í einum ferðsluóhappi.

Og nú vísir nýggj kanning hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, sama úrslit. Kanningin var ein spurnarkanning, har bilførarar um alt landið vórðu spurdir hvussu skjótt teir plaga at koyra, og um teir høvdu verið uppi í nøkrum ferðsluóhappi hesi seinastu trý árini.

Og úrslitið av kanningini er, at tað er ein týðiligur samanhangur ímillum, hvussu skjótt bilarnir koyra, og, hvussu stórur vandin er fyri at enda í einum ferðsluóhappi.

Kanningin vísir nevniliga, at har tað er loyvi at koyra 80, siga heili 20 prosent av bilførarunum, sum koyra minst 100, at teir hava verið við í einum ferðsluóhappi, og harafturat hava eitt prosent av teimum verið við í einum óhappi, har fólk eisini fingu skaða. Men kanningin vísir eisini, at av teimum bilførarum, sum koyra minst 100, hava heili 44 prosent, ella næstan helvtin, verið tætt við at enda í einum ferðsluóhappi.

Av teimum, sum plaga at koyra spakuligari, er vandin nógv minni. Kanningin vísir, at av teimum, sum koyra 90, siga 12 prosent, at tey hava verið í einum ferðsluóappi, og eitt prosent siga at teir hava verið við í einum ferðsluóhappi við fólkaskaða. Samstundis siga 32 prosent av teimum, sum koyra 90, at tey hava verið tætt við at enda í einu ferðsluóhappi.

Hinvegin eru tað átta prosent av teimum, sum halda seg undir hámarksferðina, sum siga seg hava verið við í einum ferðsluóhappi og 25 prosent siga, at tey hava verið líka við.

Á vegastrekkjum, har tað er loyvt at koyra 50, stendur munandi frægari til, men har siga 15 prosent av teimum bilførarunum, sum koyra minst 60, at teir hava verið við í einum ferðsluóhappi og tað sama siga 15 prosent av teimum, sum siga seg koyra eini 55 kilometrar um tíman. Tey, sum halda seg á 50, ella koyra upp aftur seinni, er vandin minni, tí har siga 8-9 prosent, at tey hava verið við í einum ferðsluóhappi.

Hinvegin siga 42 prosent av teimum, sum koyra minst 60, og 32 prosent av teimum, sum koyra eini 55, at tey hava verið líka við at enda í einum ferðsluóhappi. Hinvegin siga 23 – 27 prosent av teimum, sum halda seg til hámarksferðina, ella koyra uppaftur seinni, at tey hava verið tætt við at enda í einum ferðsluóhappi.