Tríggir dystir hava verið í Premier League í dag. Manchester City spældi málleysan javnleik móti Aston Villa, Arsenal og Tottenham spældi javnt á Emirates leikvøllinum í London, meðan Jugen Klopp og Liverpool tapti fyri triðju ferð upp í slag móti Crystal Palace.
Stóri dysturin hetta vikuskiftið, var grannauppgerðin millum Arsenal og Tottenham. Her legði Harry Kane gestirnir úr Tottenham á odda. Teir høvdu møguleikar at økja, men tað endaði við, at innskifti Kieran Gibbs javnaði.
Mestu Ozil legði upp til málið hjá Arsenal. Hann er fyrsti spælarin, sum leggur upp til mál í seks fylgjandi dystum.
Arsenal er ájavnt Manchester City í oddinum í Premier League við 26 stigum. Manchester City megnaði ikki at skora móti botnliðnum Aston Villa. Remi Garde var á fyrsta sinni í venjarastólinum á Villa Park. Tað gjørdi mun.
Spælararnir hjá Aston Villa stríddust óført, og fegnaðust óført um eina stigið. Manchester City hevði triggjar risa møguleikar at skora avgerandi málið, men Brad Guzan, yvirleggjarin og kleyvarskapur frá Kevin De Bruyne stóð í vegin.
So tapti Klopp
Liverpool hevur tapt sín fyrsta við Jurgen Klopp sum venjara. Crystal Palace kom á odda í fyrra hálvleiki, meðan Liverpool javnaði stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki trýsti Liverpool, men tað var Scott Dann, sum skoraði avgerandi málið stutt fyri tíð.
Hetta er triðju ferð upp í slag, at Crystal Palace vinnur á Liverpool.
Premier League:
Aston Villa – Manchester City 0-0
Liverpool – Crystal Palace 1-2
Arsenal – Tottenham 1-1










