Tað verður ikki lætt, men tey flestu munnu vera samd um, at Føroyar er favorittur at vinna landsdystin ímóti Andorra í ovurmorgin. Tað eru veddingarfyritøkurnar eisini samdar um.
Í løtuni hava 62 veddingarfyritøkur odds upp á dystin ímillum Andorra og Føroyar, og oddsini upp á føroyskan sigur eru alt frá 1,57 til 1,65. Miðal á marknaðinum sigur, at Føroyar hava 60% møguleika at vinna.
Álitið á Andorra er ikki stórt. Veddingarfyritøkurnar halda, at tað einans er 14% møguleiki fyri at Andorra vinnur dystin, meðan sannlíkindini fyri javnleiki eru 26%.
Ætlar onkur sær at seta pening á Føroyar, so er besta hugskotið at gera tað hjá veddingarfyritøkuni Interwetten, tí har er nevniliga hægsta oddsið at fáa: 1,65.
Danske Spil og Bet365, sum munnu vera best umtóktu veddingarfyritøkurnar her um vegir, bjóða ávikavist odds 1,57 og 1,62 upp á føroyskan sigur.