Fótbóltur
At tað gongur móti sumri kendist væl, nú 6. umfar í Formula deildini var á skránni. Umfarið varð spælt í bestu fótbóltslíkindum higartil í ár, og tað skal stór optimisma at ímynda sær, at líkindini kunnu verða eins góð næstu ferð, tá ið umfarið verður avgreitt yvir fleiri dagar.
At fótbóltsdystir eru á skránni gerandiskvøld hevur higartil í ár víst seg at vera áskoðarligt plettskot. Áskoðarar úr høvuðsstaðnum, ymsa staðni frá í Eysturoy og ikki minst úr Klaksvík vóru at síggja í Gøtu týskvøldið og eisini í Runavík mánakvøldið.
Leyst oddalið
EB/Streymur er oddalið eftir seks umfør. Teir í EB/Streymi mettu sigurin í Runavík sera týdningarmiklan. Nú er gloppið aftur til favorittarnar í HB tvey stig, og sjálvandi vóna teir í Sundalagnum, at tað skal gerast nógv størri enn so. Í fyrraárið var EB/Streymur tíggju stig frammanfyri HB, tá ið tað ikki vóru so ógvuliga nógv umfør eftir. Men kortini megnaði HB so at siga á mállinjuni at taka teir aftur og gerast meistari.
Nógv kann venda øðrvísi í oktober, enn tað vendir nú. Men í løtuni eru tað ÍF og hesi bæði liðini, sum tykjast hava mest í sær. Spurningurin hjá fleiri er ivaleyst, hvussu leingi fuglfirðingar fara at megna at halda fram soleiðis, sum teir eru byrjaðir í ár. Higartil hava eingi tekin verið um, at teir ikki skulu halda fram við fína og hugflogsríka spælinum.
Á hvítusunnu fer Formula deildin at halda frí. Einastu fótbóltsdystirnir 2. hvítusunnudag verða seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini. EB/Streymur má roknast sum favorittur á heimavølli ímóti B71, meðan tað er púra opið í Gundadali, har útgangsstøðið millum grannarnar er málleysið javnleikurin í 1. hálvfinaluni.
Turrgelt HB
Serliga hjá HB hevur tað síðstu vikurnar gingið illa at finna meskarnar í mótstøðumálunum. Men tað er synd at siga, at talan sum heild var um nógv mál í 6. umfari. Samlaða máltalið var átta, og helmingurin av málunum vórðu skorað í Fuglafirði. So lágt hevur máltalið ikki verið síðani um jóansøkuleitið í fjør. Í 14. umfari í fjør vóru úrslitini KÍ-HB 0-2, VB/Sumba-NSÍ 1-2, Skála-GÍ 0-1, B71-AB 1-0 og B36-EB/Streymur 1-0. Mál vórðu skorað í øllum fimm uppgerðunum, men samlaða máltalið var átta. Eisini í 18. umfari í fjør, sum varð spælt 12. august, vórðu bara átta mál skorað. Tá vórðu úrslitini B71-VB/Sumba 0-0, AB-NSÍ 0-2, GÍ-KÍ 0-1 og Skála-B36 0-2.
Í hesum umfarinum endaði tað málleyst bæði í B36-Skála og Víkingi-HB. Ikki síðani í 2. umfari í 2005 hava tveir dystir endað málleysir. Ta ferðina vóru tað dystirnir TB-B36 og EB/Streymur-Skála, sum endaðu málleysir.
Samlaða máltalið higartil í ár er 81. Samlaða dystartalið er 30. Miðalmáltalið er sostatt 2,7. Undanfarnu árini hevur miðtalið verið hægri. Tað kundi boðað frá, at tað í ár verður lagdur uppaftur størri dentur á ikki at tapa, enn tað verður lagdur á at royna at vinna. Men nú fáa vit at síggja.