So skulu Føroyar siga at Danmark fer í kríggj

– Onkuntíð er neyðugt at fara í kríggj, hví skulu vit ikki verða við til at taka støðu til tað, spyr fólkatingsmaður

– Eg ætli mær at argumentera ímóti hasum við at javnseta partarnar í ríkisfelagsskapinum. Um Føroyar skulu lata soldátar til danska herin at fara í kríggj, so mugu Føroyar eisini verða við í avgerðini um, at Danmark skal í kríggj.

 

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður hjá Javnaðarflokkinum, í viðmerking til uppskotið hjá Danska Fólkaflokkinum um, at føroyingar og grønlendingar skulu gera hertænastu í danska herinum á jøvnum føti við danir.

 

Hann sigur, at argumentið at javnseta partanar heldur ikki.

 

– Vit eru ikki javnsett. Danmark bestemmar einsamalt, um Danmark fer í kríggj. Annars skulu tey spyrja Føroyar og Grønland. Vit kunnu ikki levera soldátar og bara lata Danmark gera av, nær teir skulu í kríggj og ímóti hvørjum, sigur Sjúrður Skaale.

 

Men hann ivast ikki í, at tað verður eitt áhugavert og prinsippielt orðaskifti í Fólkatinginum um hetta lógaruppskotið, hóast tað ikki verður samtykt.

 

– Lógaruppskot, sum ikki koma frá stjórnini verða ongantíð samtykt, tí hevur hetta uppskotið heldur ongan møguleika at verða samtykt. Men vit kunnu so kjakst um, hvørt tað er rætt, at Føroyar og Grønland eru partar av Nato uttan at rinda eitt oyra fyri tað og uttan at lata soldátar til herin.

 

– Tað er faktist ov vánaligt, at vit ongantíð eru tvingað at taka støðu til hesi viðurskfiti. Vit eru vard handan tjúkkar garðar. Men tað er bara so, at onkuntíð er neyðugt at fara í kríggj, hví skulu vit ikki verða við til at taka støðu til tað, spyr Sjúrður Skaale.

 

Hann heldur, at hetta høvi er ein góð provokatión at tvinga okkum at taka støðu.

 

Sjúrður Skaale vísir á, at hann í heyst arbeiddi við viðurskiftunum hjá føroyskum krígsveteranum.

 

– Teir hava tað ikki lætt og hava sum so ongan góðan, sum tekur sær av teirra viðurskiftum. Teir fáa javnan spurningin, hví teir eru so pillbýttir at fara í kríggj. Fatanin er als ikki til staðar hjá okkum um, hví tað viðhvørt er neyðugt at fara í kríggj, sigur hann.

 

Men trpulleikin hjá okkum er, at vit taka ikki avgerðina sjálvi.

 

– Um tað var Løgtingið, sum segði, at vit skulu fara í kríggj, so var tað nakað annað. Men Danmark hevur tikið fatalt skeivar avgerðir um at fara í kríggj, eitt nú innrásin í Irak. Løgtingið var tá ímóti, at Danmark skuldi fara í kríggj, sigur Sjúrður Skaale.

 

Hann heldur, at Danski Fólkfalokkurin neyvan væntar, at uppskotið verður samtykt. Men hetta er partur av retorikkinum hjá Danska Fólkaflokkinum, sum millum annað er, at Føroyar og Grønland sleppa ov lætt:

 

– At vit fáa so nógv frá Danmark, men vit vilja ikki gjalda fyri tað. Men hetta er ein sunn provokatión, heldur Sjúrður Skaale.

 

Fólkatingsmaðurin sigur, at Danski Fólkaflokkurin rættiliga hevur sett ríkisfelagsskapin á skrá nú til várs. Tí umframt hetta uppskotið, so hevur flokkurin sett á skrá tvey orðaskifti um ríkisfelagsskapin og Grønland og eitt um ríksifelagsskapin og Føroyar.

 

– Soleiðis fáa vit trý ymisk orðaskifti á Fólkatingi um ríkisfelagsskapin. Søren Espersen úr DF er til dømis hart ímóti, at Grønland skal loysa, so sum veljarakanningar í Grønlandi benda á, at stórur meiriluti av grønlendska fólkinum vil. Hann vil hava hinar flokkarnar í Fólkatinginum út úr buskinum, teir sum altíð siga, at teir taka støðuna hjá føroyska og grønlendska fólkinum til eftirtektar.

 

Í so máta heldur Sjúrður Skaale, at Danski Fólkaflokkurin er erligari enn hinir flokkarnir í Fólkatiginum.

 

– Eg havi ofta funnist at hesum »berøringsagnti«, sum donsku flokkarnir hava, tá tað snýr seg um ríkisfelagsskapin. Upp á tann mátan er hetta fínt. Tí nú fáa vit kanska at síggja, hvat virði hinir flokkarnar í Danamrk síggja í ríkisfelagsskapinum, og kanska vit fáa teir at siga konkret, hvat virði ríkisfelagsskapurin hevur fyri Danmark, heldur Sjúrður Skaale.

 

 

Les eisini aðrar greinar um sama evni:

 

Vilja hava føroyingar í hertænastu

 

Hernaðarskylda: Hatta fær ikki mína undirtøku