So skoraði Aguero aftur

Premier League: Sergio Aguero hevði ikki skorað í 417 dagar

Í gjár bilvu fýra dystir í 29. umfari í Premier League spældir. Manchester City staðfesti sína støðu sum komandi meistaralið við 3-0 sigri á Fulham. Sermerkt við dystinum var, at Sergio Aguero skoraði aftur eftir turk í 417 dagar í Premier League. Hann hevur verið nógv skaddur.

Fulham stóð annas ímóti í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki kom hol. Fyrst John Stones, síðani Gabriel Jesus og til seinast Segio Aguero upp á brotsspark. Manchester City er í skrivandi løtu 17 stig fremst, men hevur spælt tveir dystir fleiri enn grannararnir úr United, sum spæla í dag.

Leeds United og Chelsea spældu málleysan javnleik, Crystal Palace vann 1-0 á West Bromwich og Burnley vann aftur í Liverpool. Hesa ferð móti Everton, ið saman við Chelsea misti stig í stríðnum um at røkka Champions League.

Fýra dystir eru í dag. Stóri dysturin er í London, har tað er grannauppgerð. Arsenal tekur móti Tottenham. Í kvøld fær Manchester United vitjan av West Ham, ið hevur leitað sær upp á fimta plássið.

1Man City30225364:2171
2Man Utd28159455:3254
3Leicester28165748:3253
4Chelsea29149644:2551
5West Ham27146742:3148
6Everton281441040:3746
7Tottenham27136846:2845
8Liverpool28127947:3643
9Aston Villa271251039:2841
10Arsenal271151135:2838
11Crystal Palace291071231:4737
12Leeds281131443:4636
13Wolves28981128:3735
14Southampton28961335:4933
15Burnley29891222:3733
16Newcastle28771428:4528
17Brighton275111127:3526
18Fulham295111322:3626
19WBA29391720:5718
20Sheffield Utd28422216:4514