So skal Julian royna seg

Tríggir týdningarmiklir spælarar resta í hjá HB, tá teir sunnudagin skulu royna at venda skútuni, so FM-kósin aftur fæst á beint


Upptakt


Seinastu tíggju dagarnar hevur Julian Hansen koyrt á HB-spælararnar. Sum skilst, so hevur lagið í hópinum verið gott, men eitt er venjing. Nakað annað eru týðandi dystir har týðandi stig standa upp á spæl, og í so máta er fyrsta sveinaroyndin hjá Julian og spælarunum sunnudagin.
                      Og liðformaðurin hjá liðnum, Rúni Nolsøe, ásannar eisini, at nú er tað álvari í.
                      - Vit hava í øllum førum ikki ráð at tapa meira. Fyri okkum eru tað bara sigrar, sum kunnu brúkast til nakað, um vit vilja vera við í toppinum. Og tá kunnu vit framvegis ikki avgera alt sjálvir. So tað ræður um at taka ein dyst í senn og trý stig í senn, sigur Rúni.
                      Og sum so kann HB kanska finna sær nakað av inspiratión í, at tað júst er GÍ, sum nú er mótstøðuliðið. Tá HB í 2002 skifti venjara í úrtíð, var fyrsti dysturin hjá nýggju venjarunum móti júst GÍ. Og tann royndin eydnaðist sum kunnugt rættiliga væl.
                      Tað verður tó eitt nakað skert HB-lið, sum fer á vøllin. Hans á Lag og Jóhannis Joensen hava seinastu tíðina havt trupulleikar við skaðum, og tað kann í ringasta føri merkja, at teir ikki eru tøkir aftur í ár. Jóhannis byrjaði kanska nakað tíðliga aftur eftir sín skaða, tá HB tapti á Eiði, og Hans hevur aftur fingið trupulleikar í knæið. Hartil hevur Tór-Ingar Akselsen trupulleikar við liðbondunum í øðrum knænum.
                      Hjá GÍ er setningurin framvegis at halda sær í bestu deildini. Eitt mál sum enn ikki er rokkið við vissu. Hesa ferð mugu teir vera Hans Jørgen Djurhuus fyriuttan, eftir at reyða kortið, sum hann fekk móti KÍ. Hartil er Poul Arni Jacobsen úti við skaða.