- Eg havi verið í Atlantsflogi í 17 ár, men hetta er nokk tað ringasta, eg havi vitað.
Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.
Síðani hósdagin hevur alvorligt ólag verið á flogferðsluni til og út Føroyum.
Mjórkin hevur ligið tjúkkur niður yvir vøllin og harafturat hevur nógvur vindur verið, so síðani hósdagin eru bara einstøk flogfør komin og farin um flogvøllin.
Hetta hevur elvt til, at ein hópur av ferðafólki eru hvørki sloppin til og úr Føroyum.
- Tá ið ringast stóð til í gjár, høvdu vit eini 1800-2000 ferðafólk, sum vórðu strandað í Føroyum og í øðrum norðurlondum, sigur Magni Arge.
- Flogfør, sum vóru á veg til til Føroya, máttu ístaðin leita til aðrar flogvallir, bæði í Íslandi, Noregi og í Bretlandi, har ferðafólkini so hava gist.
Samstundis hevur ein hópur av ferðafólki gingið í Føroyum og bíðað eftir at sleppa avstað.
Men í morgum tóktiskt sum um at glið kom á aftur, tó at veðrið framvegis er ein bági.
Men nú verður so roynt at koma upp undan aftur og fleiri flogfør eru ætlað at koma og fara í dag.
Bíða til í morgin
Men fyri at koma upp undan aftur, hevur Atlantsflog gjørt av at øll flúgving, sum eftir ætlan skuldi vera í dag, er útsett til í morgin.
Tað vil siga, at øll ferðafólk, sum høvdu ferðaseðil til í dag, mugu bíða til í morgin.
Tað er fyri at kunna brúka allan dagin í dag til at koma upp undan aftur og at fáa strandaðu ferðafólkini frá vikuskiftunum fram, hagar tey skuldu.
Slíkt ólag á flogferðsluni er eisini ein fíggjarligur smeitur fyri Atlantsflog.
- Tað er tað, men beint nú hugsa vit ikki so nógv um tað, sigur Magni Arge.
Hann sigur, at hóast veðrið er heldur frægari nú, tekur tað sína tíð, at fáa alt í rættlag aftur.
- Vit kunnu ikki flúgva óavmarkað. Vit mugu alla tíðina hava í huganum, at er ikki lendandi í Vágum, mugu vit hava umstøður til at seta flogfarið onkra aðrastaðni og tá skal havast í huga, summir flogvallir steingja um kvøldið.
- Tað er ein spurningur, sum saktans kann taka seg upp í dag, tí veðrið er framvegis ivingarsamt.
- Tað eru eisini strangar reglar um hvílitíðir hjá flogmanningum og alt tað ger, at tað ber ikki til at flúgva óavmarkað, sigur stjórin í Atlantsflogi.
LES EISINI: Fólk taka tað øgiliga pent