Nógvir føroyingar bíðað eftir hesum degi, 14. juni. Tí í dag verður stroymingartænastan Disney+ nevniliga tøk í Føroyum.
Disney+ bleiv tøkt í Danmark og øðrum grannalondum okkara í september 2020, men av onkrari orsøk vóru Føroyar ikki við tá. Síðan tá hava nógvir føroyingar bíðað spentir eftir, at tænastan eisini fór at blíva tøk í Føroyum, og í januar boðaði Disney frá, at hesin dagurin fór at koma í summar. Og tað er so nú, í dag, 14. juni.
Á Disney+ ber til at síggja filmar og sendirøðir frá eitt nú Marvel, Star Wars, Pixar, National Geographic, ABC og 20th Century Fox.
Eitt mánaðarhald hjá Disney+ kostar 79 krónur um mánaðin.











