Sosialu miðlarnir hava givið fólki nýggjar møguleikar at fáa og dyrka vinarløg við fólk nær og fjar. Men sum í veruligu verðini megna vit í mesta lagi at hava 150 vinir.
Tað skrivar bretski granskarin Robin Dunbar í nýggjari frágreiðing, sum er kunngjørd í Royal Society Open Science.
Viðurkendi professarin hevur áður kannað, hvussu nógvar vinir fólk kunnu hava í okkara livi. Hansara gransking vísti, at vit kunnu rúma fimm ”bestu vinum”, síðani kunnu vit hava 15 tættar vinir, 50 góðar vinir, 150 vinir , 500 kenningar og 1.500 fólk, sum vit kenna aftur.
Sambært Dunbar broytir tøknin ikki nakað um hetta. Hóast vit hava møguleikar at uppbyggja okkum stór netverk umvegis Facebook og líknandi sosialar miðlar, megna vit í grundini bert at hava 150 vinir. Sonevnda Dunbar-talið verður harvið ikki broytt av nýggju tøknini.
- Hvør av okkum hevur avmarkaðan sosialan kapital, og vit kunnu velja, hvussu vit investera okkara kapital. Um tað skal verða eitt sindur í nógv fólk ella nógv í nøkur fólk. Men vit megna ikki meira enn eina avmarkaða nøgd, sigur Robin Dunbar.
- Fólk kunnu hava 500 ella 1000 vinir á Facebook, men tað einasta, sum fólk tá gera, er at hava felagsskap við fólk, sum tey vanliga bert vildu kallað kenningar ella fólk, tey kenna aftur, sigur professarin.

So nógvar vinir megnar tú at hava á Facebook





