So nógv vilja fólk gjalda fyri 80'ini

Atgongumerki verða seldar á svarta marknaðinum fyri okursprís

Tað er ein heilt sjáldsamut gravgangur eftir at sleppa í dans í Hoyvík í annaðkvøld.

 

Tað er H-71, ið skipar fyri 80´ara tiltaki í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld og áhugin fyri at sleppa til ársins bygdarball, sum tey kalla tað, er ovurhondsstórur.

 

Tað eru nakað væl síðani, at boðað varð frá, at øll atgongumerkini vóru uppi.

 

Men so hvørt, sum tiltakið nærkast, eru atgongumerki farin at síggjast til sølu á ymsum heimasíðum á netinum.

 

Og tað er ikki hissini prísur, tí seinastu dagarnar eru atgongumerki sett til sølu fyri yvir 1.000 krónur.

 

Dømi eru eisini um atgongumerki, sum er seld fyri 950 krónur.

 

Hetta er aðru fer, at hoyvíkingar fara aftur í áttatiárini við einum tiltaki, sum hesum.

 

Tað vera Showmenn, sum fara at spæla 80´aratónleik í dansinum í annaðkvøkd.

 

Annars fara Niels og Finn Jensen at  spæla plátur, teir eru kendir plátuvendarar frá áttatiárunum.