So nógv tjena føroyskir menn meiri enn kvinnur

Tað er rættiliga stórur munur á lønunum hjá monnum og kvinnum

Hendan dagin bóru vit tey tíðindi, at tilsamans tjentu føroyingar 11,2 milliardir í fjør – og tað er met. Men tað er rættiliga stórur munur á, hvat menn og kvinnur tjena, tí ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at menn tjena nógv meiri enn kvinnur.

 

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir nevniliga, at menninir í Føroyum tjena meiri enn 2,5 milliardir meiri enn kvinnurnar gera. Menninir eiga góð 61,3 prosent av øllum lønunum og kvinnurnar eiga 38,7 prosent av lønunum. Sostatt tjentu menninir slakar 6,87 milliardir í fjør og kvinnurnar tjentu góðar 4,33 milliardir.

 

Í fjør var kynsnýtið tað sama sum tað var í 2021. Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at hesi seinastu árini er munurin á lønunum og monnum og kvinnum, ikki minkaður, tvørturímóti er hann vaksin.