Arsenal hevur so nógvar pengar á bankakontuni, at felagið kann keypa so at siga allar fótbóltsleikarar í heiminum. Hetta vil ein av nevndarlimunum í felagnum, Lord Harris, vera við.
- Vit kunnu fara út á leikaramarknaðin og keypa so at siga allar leikarar í heiminum uttan Ronaldo og Messi. Sambært nýggjasta roknskapinum hjá okkum, so hava vit 2,1 milliard á bankakontuni, sigur Lord Harris við bretska Daily Mail.
Eisini avdúkar Lord Harris, at Arsène Wenger er áhugaður í einum ávísum framherja.
- Vit hava ein lista av leikarum, ið Wenger vil hava til felagið, og harímillum er ein framherji, men eg vil ikki siga, hvør hann er. Men eg trúgvi væl, at hesin framherjin er áhugaður í at spæla við Arsenal, sigur Lord Harris at enda við Daily Mail.