Nú stundar til nátatíð og líradag, sum er 26. august. Um eina góða viku ella so verður tíð at taka nátungar á sjónum. So, longu nú er tíð at rigga til, so bátur og glúpur eru klár til tøku.
Eitt sindur ymiskt kann vera er ár undan ári, nær fuglurin verpur, og hvussu hann búnast, men tá ein lítil vika er eftir av august, er vanligt, at menn byrja at stima eftir nátungum.
Okkurt árið kunnu hampiligir nátadagar gerast, longu tá farið er nakrar dagar út um 20. august, men besta tíðin til tøku á sjónum er ivaleyst um mánaðarskiftið, august/ september.
Lírin er vanliga eitt sindur seinni á sjógvin enn nátungin, men líradag plagdu menn at draga lira í urð og bakka. Eina viku ella 10 dagar seinni er vanligt at taka líra við lykt seint á kvøldi og tíðliga um náttina.