So nær við var Pál

 

Pál Joensen gjørdist nummar níggju samanlagt í innleiðandi 400 metra frí svimjingini við tíðini 3.47,36. Tað er eitt pláss og 1/10 part av einum sekundi frá at røkka finaluni.

 

Pál Joensen skrivaði í dag føroyska svimjusøgu, tá hann stutt eftir klokkan ellivu kavaði í OL hylin í London. Pál Joensen var á odda eina part av svimjingini, men tá alt kom til alt, so gjørdist føroyingurin akkurát ov stuttur.

 

1. Sun Yang 3.45,07

2. Peter Vanderkaay 3.45,80

3. Conor Dwyer 3.46,24

4. Gergo Kis 3.46,77

5. Hao Yun 3.46,88

6. Ryan Napoleon 3.47,01

7. David Carry 3.47,25

8. Ryan Cochrane 3.47,26

………………………………………..

9. Pál Joensen 3:47,36