Danska uppboðssøluhúsið Bruun Rasmussen seldi seinnapartin tríggjar oljumálningar av Sámuel Joensen-Mikines á uppboðssølu, og stórur áhugi var at bjóða.
Eini málningurin var av havútsýni og málaður í 1935. Hann varð seldur fyri 52.000 krónur.
Annar málningur var bergi og havi og málaður í 1958. Hesin málningurin fór fyri 70.000 krónur.
Seinasti málningurin var av føroyskum dansi (myndin) og málaður í 1960. Hann fór fyri 120.000 krónur.
Samanlagt fóru teir tríggir Mikines málningarnir sostatt fyri 272.000 krónur. Upplýst verður ikki, hvørjir seljarar og keyparar vóru.

So nógv varð Mikines seldur fyri

