Leygardagin verður ein nýggjur Føroyameistari funnin í føroyskum fótbólti. Og tað er greitt, at FM-heitið í ár fer til eitt felag, sum ongantíð áður hevur vunnið FM-heitið, meðan so stórir pengar hava verið uppá spæl. Spurningurin er bara, hvørt tað verður Víkingur ella KÍ, sum fer avstað við FM-heitinum.
Tað liggur ein stór upphædd í væntu til komandi FM-vinnaran í føroyskum fótbólti. Í fjør var upphæddin fyri at vinna FM-heitið í føroyskum fótbólti hækka, tá B36 vann sítt annað FM-heitið á rað. Teir fingu eina inntøku aftaná FM-heitið í fjør á góðar 3,4 milliónir krónur, meðan inntøkan fyri FM-heitið fyri tveimum árum síðani var góðar 2,6 milliónir krónur.
Orsøkin var tann at UEFA hækkaði nógvar av upphæddunum fyri at vinna og fyri at luttaka í altjóða fótbólti. Upphæddin fyri at vinna Effo-deildina hækkaði tá gott og væl 800.000 krónur, meðan upphæddin fyri at tryggja sær evropeiska luttøku hækkaði gott og væl 600.000 krónur. Talan er um eina avtalu frá 2015 til 2018.
Komandi FM-vinnarin fær eisini gott og væl 3,4 milliónir krónur fyri at vinna FM-heitið. Teir fáa fyrst 250.000 evrur fyri at vinna FM-heitið, sum svarar til útvið 1,9 milliónir krónur. Síðani fær FM-vinnarin eisini 200.000 evrur fyri at luttaka í fyrstu undankappingarrundu av Champions League, sum svarar til 1,5 milliónir krónur. Samanlagt gevur tað 3,4 milliónir krónur.
Liðini sum enda aftanfyri nummar eitt, og sum tryggja sær evropeiska luttøku til komandi ár, fáa øll 200.000 evrur fyri at enda á plássi sum gevur evropeiska luttøku. Tað svarar til 1,5 milliónur krónur.
Sum nú er, er greitt at antin Víkingur ella KÍ fara avstað við FM-heitinum, meðan NSÍ og B36 fara avstað við hinum evropeisku plássunum.