Nú er greitt, hvussu nógv ein bóndi, ella jarðarbrúkari, skal hava í endurgjaldi fyri seyð, sum verður yvirkoyrdur.
Ósemja hevur verið um endurgjaldið, sum ikki hevði verið endurskoðað í fleiri ár, men fyrr í hesum mánaðinum, skrivaðu Búnaðarstovan, og Bóndafelag Føroya, undir avtalu við bæði tryggingarfeløgini, nevniliga Betri Trygging og Trygd, um endurgjald fyri yvirkoyrdan seyð.
Avtalan er galdandi frá 1. januar 2019 og og er galdandi í fimm ár, fram til 1. januar 2024, tá hon skal endurskoðast, sigur Búnaðarstovan á heimasíðu síni.
Størsta endurgjaldið er fyri veðrar, ungar ær og brundseyð, og tað er lægst fyri smálomb, sum verða yvirkoyrd fyri 1. september.
Upphæddirnar, galdandi frá 1. januar 2019, eru hesar:
##med2##