Nólsoyingar og hestfólk hava mangan gramt seg um, at Strandferðslan siglur ov fáar túrar út í oyggjarnar, og at ferðafólkasambandið tískil er ov vánaligt.
Men er kanska ein bati at hóma, tí nývalda býráðið, sum tekur við á nýggjárinum, umhugsar at taka um endan. Sostatt verður umhugsað um ikki býráðið sjálvt skal átaka sær at røkja ein part av ferðafólkasambandinum út í oyggjarnar í Tórshavnar Kommunu.
Heðin Mortensen, sum tekur við sum borgarstjóri á nýggjárinum, sigur, at tað er ein sannroynd, at siglingin hjá Strandferðsluni til Nólsoyar og út í Hest, er ikki nøktandi, men at tað vísir seg ikki sum um tað er nøkur vón fyri bata.
Hinvegin hevur Tórshavnar Býráð eina Bussleið, sum koyrir ímillum allar bygdirnar í kommununi, har tað er koyrandi, og tað er ókeypis fyri fólk at koyra við bussunum.
Tað kostar kommunukassanum 32 milliónir um árið. Men spurningurin er um tað ikki er at gera mismun á fólki í kommununi, at nólsoyingar og tey í Hesti ikki hava nakað samband. Heðin Mortensen sigur, at tí umhugsar býráðið at taka um endan og at leiga Ternuna og Teistan til at gera nakrar túrar afturat út í Nólsoyar og út í Hest.
Hann sigur, at tað eru serliga ávísir túrar, sum tey í Nólsoy og í Hesti, saknað, og hann sigur, at tískil fer býráðið nú at umhugsa at leiga strandfaraskipini til til onkrar einstakar túrar um dagin fyri at bøta um samferðsluna.
– Tað kann takast sum um at vit víðka koyringina hjá Bussleiðina, heldur hann.
Hann staðfestir, at Strandferðslan hevur flutningsskyldu, men klárar hon ikki at nøkta tørvin, og er Løgtingið og Landsstýrið ikki sigga at lúka hendan partin av flutningsskylduni, má býráðið taka um endan, sigur Heðin Mortensen.
Tí fer býráðið nú at tosa við tey í Hesti og í Nólsoy um, akkurát hvørjar túrar tað eru, sum tey serliga saknað og so mugu vit tosa við Strandferðsluna um støðuna, og um møguleikarnar, sigur komandi borgarstórin.










