So liggja bátabrúgvarnar upp á pláss

- Hetta er ein góð byrjan, og vit fara væntandi eisini at arbeiða við einari ætlan, har vit fáa enn fleiri bátabrúgvar.

 

 

Skopun liggur sera væl fyri til útróður. Farast kann vestur eftir, og farast kann eystur eftir - alt eftir, hvør ættin er. Bygdin hevur eisini gott havnalag og góðan bátahyl, men í hylinum hava ongantíð verið bátabrúgvar.

Óhøgligt hevur verið hjá monnum at sleppa í og úr aftur bátinum, og dømir eru um menn, sum snávaðu og endaðu á sjónum. Men, tíbetur hendi ikki vanlukka av hesum.

Nú hevur Skopun so fingið sínar bátabrúgvar - heilt úr krókinum innast í bátahylinum og allan vegin fram við eystursíðuni, har teir 23 egningarskúrarnir eru. Pláss er fyri 17 hampiligum bátum við brúgvarnar.

- Hetta er ein góð byrjan, og vit fara væntandi eisini at arbeiða við einari ætlan, har vit fáa enn fleiri bátabrúgvar, segði borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, við In.fo herfyri.

##med2##

Hóast útróðurin í dag ikki kann samanberast við tíðina, tá útróðurin var mestur, so eru tað nógvir menn, sum hava bát, og fleiri hava eisini skúr. Tá líkindi eru, og fiskur er at fáa, eru tað menn, sum rógva út og kunnu tjena nakrar krónur.

- Eingin tímir longur at ganga og klintra niður í bátarnar og upp úr teimum aftur, og hetta er heldur ikki serliga trygt, legði borgarstjórin aftrat.