Fyrr í vikuni funnust vit at okkara politikarum, sum í hesum døgum viðgera uppskotið um pensjónsreform, har vit øll skulu gjalda 15 prosent inn í onkra skipan, so vit soleiðis sjálvi gjalda okkara pensjón gjøgnum eitt langt arbeiðslív.
Politikarar halda tó sjálvir, at teir sveima oman fyri vanliga fólkið. Tí hava somu politikarar gjørt av, at fólkið skal gjalda landsstýrismonnum 75.000 krónur um mánaðin í pensjónsinngjaldi. Soleiðis kunnu teir savna sær saman eina fulla feita pensjón upp á 30.000 – løgmaður tó 36.000, eftir einans átta árum. Enntá kunnu summir teirra fara upp á pensjón sum 60 ára gamlir – og tað merkir vanliga 50 prosent oman á pensjónsinngjaldið, sum tá er 112.500 krónur.
Um tað er korrupt, tað kann man so diskutera. Tað er í øllum førum ómoralskt.
Men tað eru ikki bara politikarar, sum eru soleiðis. Tí soleiðis ger man eisini í til dømis bankum, og eisini í Tryggingarfelagnum, sum so at siga allir føroyingar eiga.
Altso. Tá tað snýr seg um pengar, sum øll eiga, men sum nøkur fá hava ræði á, so skal man skalta og valta og kráma sum mest til sín sjálvs. Tað gera politikarar, og tað gera tey, sum ráða í til dømis TF Holding.
Men tað má nokk vera fólkið, sum er býtt. Fólkið, sum letur slíkt um seg ganga. Man kann jú ikki snýta nakran, sum veit, at hann verður snýttur, er tað ikki so?