So kristiligir eru flokkarnir!

Fólk kring landið eru í øðini um eitt adressuleyst pappír, sum er borið út í dag. Eingin avsendari er á, men myndin á pappírinum vísir, hvussu kristiligir flokkarnir eru Myndin vísir greitt, at Miðflokkurin er tann einasti kristiligi flokkurin í Føroyum. Harnæst koma Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Javnaðarflokkurin og aftastur er Tjóðveldisflokkurin, sum tann mest ókristiligi flokkurin í Føroyum.

Postverkið vil hvørki upplýsa avsendaran, hvør kom við tí til útbering ella hvør skal hava rokningina. Einasta svarið er, at ein maður kom við tí til útbering og ein ávís fyritøka skal hava rokningina.

Men spurningurin er, um hetta ikki er fevnt av løgtingslóg nr. 135 paragraff 14, har tað stendur, at ?Postverkið skal ikki bera út tilfar, sum er ólógligt, ósømilig ella æruskemmandi?.

Onkur politikari hjá Tjóðveldinum hevur vent sær til Postverkið, sum hevur sett sín advokat at kanna málið. Svarið fyriliggur í seinasta lagið í morgin ári kl 9.00.