Vit fegnast um, at Føroyar eru millum heimsins javnastu samfeløg. Javnast viðvíkjandi inntøkubýti millum landsins borgarar. Tað ber boð um eitt samhaldsfast samfelag, har virðini verða býtt javnari enn í øðrum londum. Hetta staðfesta nýggjastu hagtølini.
Í búskaparligu framgongdini, sum verið hevur í hesum samgonguskeiði, hevur tað fyri Miðflokkin verið umráðandi, at allir føroyingar fáa lut í framburðinum. Og nú hagtølini vátta, at so er, kunnu vit fegnast.
Funnist verður at førda politikkinum, tí virðini savnast á fáum hondum. Eg vil geva hesum atfinningum lutvíst rætt. Tað kann undir ávísum umstøðum vera ógagnligt, um virðini og atgongdin til landsins tilfeingi eru á ov fáum hondum. Afturfyri hava vit sett treytir og skrivað rokningar.
Lóggivið alt um føroyskan kaikant
Eitt tað besta, vit hava gjørt, er at leggja høg avreiðingargjald á landingar uttanlands. Hetta hevur viðført, at so at siga allur uppisjóvarfiskur er landaður í Føroyum. Á tann hátt eru nógv nýggj arbeiðspláss komin. Nú eru trý uppisjóvarvirkir í Føroyum og land okkara er ein sannur tilfeingisdepil mitt í norðurhøvum. Hesin politikkur verður ein vinningur inn í framtíðina. Tí nú er grundarlag lagt fyri at goyma og víðarivirka uppisjóvartilfeingið í Føroyum. Umvegis nýggju arbeiðsplássini hava nógvar familjur fingið lut í framgongdini.
Tilfeingisgjaldið
Fyri at virðið av ogn Føroyar fólks skal koma út í hvønn krók í landinum, hava vit álagt vinnuni tilfeingisgjald. Slakar 200 milliónir krónur verða nú goldnar beinleiðis í landskassan árliga frá uppisjóvar- og alivinnuni. Við hesum pengum verða vælferðartilboðini varðveitt og ment. Allir føroyingar hava sama rætt til almennu vælferðartilboðini, sum nú eisini verða fíggjað við tilfeingisgjaldinum. Sostatt fáa allir føroyingar lut í framgongdini og ikki bara nøkur fá, sum annars verður sagt.
Miðflokkurin
Miðflokkurin fer í eini komandi samgongu framhaldandi at ansa eftir, at vøksturin í búskapinum framvegis skal gagna hvørjum einasta føroyingi. Føroyingar eru øll ein stór familja. Í hesi familju taka vit okkum væl av hvørjumøðrum og vilja tryggja, at ongin er fátækur ella livir í fátækraváða.
Bill Justinussen, Miðflokkurin