So hevur Brown tikið við

Forsætisráðharrin í Bretlandi eitur nú Gordon Brown. Eftir at hava sitið við valdið í tíggju ár legði Tony Blair í dag frá sær sum bretskur forsætisráðharri, og løtu seinni tók Gordon Brown við eftir áheitan frá Elisabeth drotning.

Teir báðir, Blair og Brown, hava samstarvað leingi. Báðir vórðu valdið í Parlamentið í 1983, og teir høvdu eisini felags skrivstovu eitt skiftið.

Brown hevur alla tíðina staðið í skugganum av Blair, men eitt skifti í nítiárunum var hann kortini floksformaður, tá táverandi formaðurin, John Smith, gjørdist sjúkur.

Nú er Gordon Brown forsætisráðharri, og alt bendir á, at Tony Blair fer at royna seg sum semingsmann í Miðeystri.