So gera tey seg klár

Kristina og Jákup skulu í eldin í kvøld

Nú klokkan 19.45 byrjar seinna innleiðandi umfarið í íslendska Eurovision. Fyri føroyingar er tað serliga spennandi, um songkvinnan Kristina Bærendsen fer at syngja seg víðari í finaluna, sum verður næsta vikuskiftið.

Seks sangir eru við í kappingini í kvøld, og tríggir teirra koma víðari til finaluna.

Kristina Bærendsen og Páll Rósinkranz eru nummar fýra í røðini í kvøld, og eftir allar framførslurnar skulu ein dómsnevnd og sms-atkvøður frá hyggjarum avgera, hvør kemur víðari.

Tónleikarin og framleiðarin Jákup Zachariassen spælir steel-gittar á sanginum Tú og eg, og hann verður eisini við á pallinum í kvøld.

Íslenska Grand Prixið byrjar kl 19.45 í kvøld.