Afghanistan
Árni Joensen:
Alment hevur tann nýggja stjórnin í Kabul roynt at forða bøndrunum í at dyrka opium, men sambært eftirlitinum hjá ST hevur hetta bert verið ein viðfáningur.
ST sigur, at í útsynningspatinum av Afghanistan verða umleið 9.000 hektarar av góðari landbúnaðarjørð nýttir til opium, samstundis sum hveitiakrarnir eru minkaðir burtur í næstan einki. Hetta er beint ímóti tí, sum stjórnin hjá Hamid Karzai, forseta kunngjørdi í apríl, tá hon segði, at nú skuldu bøndurnir dyrka hveiti til afghanska fólkið. Stjórnin hevur boðið bøndrunum pengar fyri at fáa teir at oyðileggja opiumsplanturnar. Tilboðið hjá stjórnini er, at ein bóndi kann fáa 1250 amerikanskar dollarar fyri hvønn hektar við opiumsplantum, men tað er einki at siga til, at bøndurnir heldur velja opiumið, sum kann geva einar 16.000 dollarar fyri hvønn hektar, eydnast heystið væl.
Tað mótsigandi í hesum er, at tá Taliban-stýrið ráddi fyri borgum í Kabul, høvdu myndugleikarnir nógv betri eftirlit við opiumsdyrkingini. Fyri tveimum árum síðani setti Taliban-stýrið bøndrunum forboð fyri at dyrka opium. Kortini lat stýrið nakrar bøndur halda fram, men kravdi skatt afturfyri.
Grannalondini hjá Afghanistan og fleiri lond í Evropa hava kravt, at stjórnin hjá Hamid Karzai gera okkurt munagott fyri at steðga opiumsdyrkingini. Afghanistan er heimsins størsta opiumskelda, og eitt tíðarskeið kom meiri enn 80 prosent av øllum heimsins opiumi haðani. Sambært ST var framleiðslan 4.500 tons í 1999 og 3.200 tons í 2000, og alt bendir á, at framleiðslan nú fer at veksa aftur.
Fáa ikki forða tí
Umleið 70 prosent av rúsevninum úr Afghanistan verður smuglað ígjøgnum Iran, Pakistan og fyrrverandi sovjetsku lýðveldini til Evropa. Myndugleikarnir í Iran siga, at har eru umleið tvær milliónir rúsevnismisnýtarar, og landið hevur skipað fyri umfatandi tiltøkum fyri at steðga smuglingini úr Afghanistan. Rúsevnisflutningurin var eisini eitt av høvuðsmálunum, tá iranski forsetin, Mohammed Khatami, var í Kabul herfyri og tosaði við Hamid Karzai.
Karzai hevur lovað, at stjórnin fer at gera tað, sum gerast kann, men sambært ST kunnu hvørki teir afghansku myndugleikarnir, útlendsku herdeildirnar í landinum ella marknavaktirnar í Turkmenistan, Usbekistan, Pakistan ella Iran forða tí veksandi floyminum av heroini úr Afhghanistan.









