Fær Tjóðveldi eitt líka ringt val, sum seinasta veljarakanningin vísur, fer Høgni Hoydal helst at umhugsa at leggja frá sær sum formaður fyri Tjóðveldi.
Tað heldur Torbørn Jacobsen, fyrrverandi topp-politikari í Tjóðveldi i fleiri ár, og eisini fyrrverandi politiskur næstormaður í flokkinum.
Í gjár vórðu tvær veljarakanningar almannakunngjørdar, og serliga tann eina var boysin við Tjóðveldi, tí hon gav flokkinum bara fimm tinglimir
Og í valsendingini hjá kringvarpinum í kvøld, varð Torbjørn Jacobsen spurdur, hvussu støðan verður í flokkinum, verður tann veljarakanningiun verðuleiki.
Hann helt, at verður hetta úrslitið av valinum, eru tað bara sjálvir kjarnuveljararnir hjá flokkinum, sum eru eftir.
Og hann heldur, at so fer floksformaðurin, Høgni Hoydal at gera støðuna upp og kanska koma til ta niðurstøðu, at hann er so mikið vánaligur, politiskur sølumaður, at tað er best fyri flokkin, at onkur annar sleppur framat.
Í práti við Kringvarpið fyri løtu síðani, viðgekk Høgni Hoydal, at hann hevur ikki verið væl fyri í valstríðnum, tí hann hevur verið darvaður av sjúku, og at tað hevur merkt hansara luttøku í valstríðnum.
Men hann hevur tað gott nú, legði hann afturat við Kringvarpið.