So fekk U17 stig

Føroyska U17 landsliðið hevur spælt tríggjar góðar dystir í NM kappingi. Í gjár eydnaðist eisini at fáa eitt fult uppiborið stig í hús við tíggjum monnum móti Finnlandi. U19 landsliðið tapti greitt fyri Svøríki

Tað var nógvur vindur í Havn í gjár og fyrireikarnir av NM fyri U17 landsliðið valdu at flyta føroysku dystirnar, sum skuldu upprunaliga spæla á Argjum, í Gundadal. Sjálvt á niðara vølli í Gundadali var til tíðir nógvur vindur. So kann ein bara fyristilla sær hvussu nógvur vindur var á vøllinum á Argjum.
Tað darvaði tó ikki spældi so nógv, at tað ikki var spælandi í Gunda­dali, men av og á fór onkur bóltur sendandi langt uppum ella við síðuna av orsaka av vindinum.

Føroyingar einki aftanfyri Finnland
Føroyska U17 landsliðið hevði undan dystinum móti Finnlandi spælt tveir javnar og góðar dystir móti ávíkavist Onglandi og Noreg. Báðu ferðir var talan um tepur tap. Hesa ferð gekk eitt betri og før­oysku dreingirnir fingu fyrsta stigið til høldar.
Tað byrjaði eitt sindur varið. Føroyska liðið hevði vindin ímóti. Dánjal Godtfred var aftur at síggja í miðverjuni. Hann mátti fara út aftaná eitt korter í fyrsta dystinum móti Onglandi. Hetta gjørdi at lið­skiparin, Hákun Edmundsson, varð fluttur fram á miðvøllin, eftir at hava traðkað í miðverjuni.
Finska landsliðið spældi ein fínan dyst móti Onglandi týsdagin og tí kundi hugsast, at talan fór at verða um ein eins torføra dyst fyri føroyska liðið, sum móti Onglandi.
Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at føroysku dreingirnir stóðu lítið og til tíðir einki aftanfyri finska liðið.
Ikki fyrr enn fimm minuttir fyri hálvleik fekk Finnland sín fyrsta veruliga møguleika. Ein fram­herji hjá teimum varð spældur leys­ur í brotsteiginum, men Elias Rasmussen stórbjargaði í føroyska mál­inum.

Óneyðug gul kort
Dysturin var á ongan hátt hart spældur. Talan var um ein javnan dyst og tí vóru sjálvandi eisini fleiri nærdystir, men einki ófantaligt ella ógvusligt. Stutt fyri hálvleik fáa Absalon Eliasen og ein finskur leik­ari hvør sítt gult kort eftir ein nær­dyst. Íslendski dómarin bríkslar fyri uppkasti.
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik ger Absalon so eitt lítið fríspark heilt úti í vinstru síðu. Dóm­arin fer í lumman eftir gula kort­inum og er skjótur upp við tí reyða eisini.
Tað er ongin ivi um at tað er ringt at verða dómari og teir skulu, eins og øll onnur, eisini hava lov at gera feilir. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at ein kundi hugsa sær at dómarin hevur eina eitt sindur betri fatan av spælinum, enn bara at ganga hart og kontant eftir reglusettinum, sum teir verða upplærdir eftir.
Dómarin kundi lættliga givið Absalon Eliasen eina ávaring fyri frí­sparkið, uttan at reka mannin av vøllinum fyri eitt lítið fríspark. Eitt sindur av fatan fyri spælinum og dómarin hevði ikki tikið eina so týdningarmikla avgerð og rik­ið mannin av vøllinum. Kann hann verða gula kortið fyri eygð­leið­ar­anum, sikkurt nokk. Men vónandi lærir hann eins og hinir á vøllinum av sínum feilum. Stutt og greitt eitt býtt og óneyðugt reytt at geva einum U17 landsliðsleikara í einum jøvnum og góðum dysti, sum verður spældur í góðum anda. Vánaligt!
Pól F. Joensen, annar av venjar­unum hjá U17, vildi illa gera við­merk­ingar til dømingina eftir góða avrikið, men segði so mikið, at hann helt als ikki talan var um reytt kort.

Fullu ikki í fátt
Føroyska liðið helt fram við at stríðast eftir útvísingina, og vóru tríggjar ferðir nær við at leggja seg á odda. Fyrst var høgi framherjin úr Brøndby, John Frederiksen, spældur leysur, men hann rakti ikki málið.
Tíggju minuttir fyri tíð kom Jógvan A. á Lag Jacobsen at standa væl fyri í brotsteiginum eftir horna­spark, men finski málmaðurin bjarg­aði skotinum.
Seinasti møguleikin kom í evstu løtu, tá Jóannes Bjartalíð var um reppið at blíva leysur, men mál­mað­urin kom út og bjargaði.
– Hetta var málið vit settu okk­um. Vit skuldu hava stig í dystinum og tað eydnaðist. Okkara stríddust væl og kundu havt vunnið dystin, stað­festi Pól F. Joensen eftir dystin.

Góð kapping fyri U17
Hóast U17 landsliðið bara hevur eitt stig at vísa á eftir tríggjar dystir, so hava teir staðið seg ótrúliga væl. Tvey tepur tap móti Onglandi og Noreg, umframt ein javnleik móti Finn­landi við 10 monnum ein stór­an part av seinna hálvleiki.
Onkur serkønur innanfyri øki hevði enntá hug at siga, at hann helt hetta verða tað besta U17 landsliðið í søguni hjá Føroyum.
Tað man vera sjáldan, um nakran­tíð, at eitt føroyskt U lands­lið bara hevur latið trý mál ígjøgnum upp á tríggjar dystir.
Liðið hevur eisini fleiri góðar leikarar, sum hava møguleikar at menna seg til komandi 1.liðs leik­arar og landsliðsleikarar.
U17 skal spæla móti Íslandi leyg­ar­dagin um sjeynda plássið.

U19 tapti stórt
U19 landsliðið tapti stórt fyri svenska U17 landsliðnum. Longu aftaná 24 minuttir var støðan 3-0 til Svøríki, sum vísti stóra styrki. U19 lands­liðið manglaði millum annað Poul Ingason og Ragnar Tausen, sum eru farnir aftur til TB, sum skal spæla móti B36 í Effodeildini leygar­dagin.
Dysturin endaði við einum 4-1 ósigri, har føroyska liðið eisini brendi brotsspark í seinna hálvleiki. Jón Áki Jacobsen minkaði um mun­in fyri Føroyar við beinleiðis horna­sparki.
U19 landsliðið hevur virkað held­ur óupplagt í løtum og tað hevur kostað dýrt. Hinvegin, so vann U19 landsliðið eisini greitt á Íslandi. Teir skulu nú møta Finnlandi í finaluni um 5. plássið.

Finalurnar leygardagin
Finalurnar í NM kappingini verður í Gundadali millum Ongland og Svøríki. Tað kundi verið lík til, at Svøríki er nakað sterkari enn enska landsliðið. Svøríki er komið í finaluna við fullum stigatali, meðan Ongland við 0-0 javneliki í gjár móti Noreg kom í finaluna við sjey av níggju møguligum stigum.
Fyri føroysku liðini kom tað væl við, at tey ikki skulu møtast í plaseringsdystinum. So sleppa tey at royna seg móti aðrari mótstøðu eina seinastu ferð.