– At lyfta tað fyrsta FM-steypið hjá KÍF er so stórt, at eg kann fara í grøvina fyri tað. Eg kann ikki seta orð á, hvussu stórt tað er, bara at vera við til hetta.
So dýran tók Rógvi Weyhe til, eftir at hann sum liðformaður hevði verið maðurin, ið fekk møguleikan at taka ímóti FM-steypinum í høllini í Kollafirði leygardagin.
– Vit hava bygt eitt ungt lið upp, og nú vísir tað seg, at menninir eru blivnir vaksnir og tora at taka ábyrgd og duga at vinna. Og hóast eina ringa byrjan, komu vit sterkt aftur, saman við okkara fantastisku áskoðarum.
KÍF, sum var stovnað í 1942, er sjeynda felagið síðani 1943, sum verður føroyameistari, og tí var talan veruliga um søguskriving, tá tað endiliga riggaði og bar til, so kollfirðingar á fyrsta sinni kundu rópa seg føroyameistarar – og enntá greipuvinnarar, tí steypakappingina vunnu teir eisini.
At nógv stóð á, bæði sást og hoyrdist í høllini, har kollfjarðarfjøldin var reyð og hoyvíksfjøldin svørt, og báðir partar tóku á við sínum monnum til tað síðsta. Karmarnir vóru heilt fantastiskir til eina søguliga løtu sum hesa, og tað verður seinur dagur, áðrenn tey hava gloymt hetta, ið vóru har.
– Henda løtan er ikki minni stór, enn tá vit vunnu steypið í februar, tí hesum havi eg bíðað leingi eftir. Men nú er slutt, tí hetta ber ikki til meira. Tú sært, at her eru fínir menn, og hygg bara at Emil, hvussu hann spælir í dag, segði hósvíkingurin í KÍF-málinum í mong harrans ár, Óla Christian Djurhuus, sum hevur verið við til nógv millum ár og dag, men nú brádliga hevur vunnið alt.
Tú mást taka tað
Tá H71 í fjør streyk avstað við meistaraheitinum fyri nøsini á KÍF, føldu øll við kollfirðingum, tí teir høvdu verið oddalið alt árið, men máttu lúta í evstu løtu í sjálvum finalunum. Nú gekk alt upp í eina hægri eind, men tað hendi heldur ikki, uttan at kollfirðingar fyrst máttu á pínubonkin.
Eftir 23-23 javnleikin í Hoyvík mikukvøldið var alt opið undan dystinum í Kollafirði leygardagin, tá hoyvíkingar fingu eina flúgvandi byrjan. Eftir 2-2 struku teir avstað og vóru mitt í fyrra hálvleiki á odda 9-3, áðrenn KÍF hevði fingið fótin fyri seg. Fyrst tók Jakob Jónsson eitt time-out og síðani fekk hann eitt aftrat, tá venjarin hjá H71 ikki tordi at bíða, og so var KÍF á sporinum aftur.
Longu fyri hálvleik var bara eitt mál á muni, og so hugdi KÍF ikki aftur um bak, men vísti av sonnum meistaradygdir og spæl, ið læt ongan iva vera um, at oddaliðið síðstu tveir vetrarnar nú eisini átti tað, sum skuldi til.
– Meistaraheitið er ikki nakað, sum tú fært, men tú mást taka tað. Vit hava skrivað søgu tvær ferðir í vetur, fyrst við steypinum og føroyameistaraheitinum, so hetta er stórt. Spælararnir og áskoðararnir í Kollafirði eiga allan heiðurin fyri hetta, so nú skal tað feirast, til vit herja á aftur og fyrireika okkum til næsta ár, segði venjarin hjá KÍF, Jakob Jónsson, ið nú hevur tryggjað sær eitt ómissandi pláss í søguni hjá KÍF.
Menn mangla orð
Spælarin, sum leygardagin fekk eina ta størstu ávirkanina á dystin, so hann koppaði til KÍF, var Emil Dam í málinum, ið stóð øgiliga væl og við eini bjarging fyri og aðrari eftir tók trúnna frá hoyvíkingum: – Ja, tað sá eitt sindur svart út í fyrra hálvleiki, men tað gekk væl í málinum og verjan gjørdi ein stóran part, og eg trúði ordiliga upp á tað í seinna hálvleik, tá vit byrjaðu at fara frá teimum. Men hetta er heilt ótrúligt, at vit nú fingu tikið tað, sum vit ætlaðu okkum í fjør. Eg veit ikki, hvat eg skal siga, tí eg eri bara so glaður, og hetta er tað størsta, eg havi upplivað, segði málverjin.
Eisini Hans Eli Sigurbjørnsson, sum í seinna hálvleiki fekk gongd á málskjótingina og ferð eftir ferð rann frá hoyvíkingum, var ovurfegin: – Eg skuldi bara spælast heitur, og so koyrdi tað bara. Tá vit byrjaðu at koma aftur í fyrra hálvleiki, sá eg fyri mær, at hetta kundi gerast ein javnur dystur, men tað bleiv tað heldur ikki. Hetta er heilt fantastiskt og tað ber ikki til at siga tað við orðum, segði hann.
Andrias Nielsen hevur á bakkinum verið ímyndin av styrkini hjá KÍF, og eisini hann tók seg fram ov vísti dygdirnar í seinna hálvleiki, tá H71 skuldi haldast aftanfyri: – Vit fóru langt afturum, men vit tóku teir ordiliga aftur, og eg haldi, at breiddin gjørdi mun, tí her eru nógvir javnt góðir spælarar, og fer ein út, so taka hinir við. Tað er fantastiskt at síggja, at alt arbeiðið, vit hava lagt í hetta síðani síðsta summar, nú gevur úrslit. Sjálvur ætli eg mær at halda fram við KÍF, og eg eri næstan kollfirðingur, nú eg havi verið her í fimm ár, og her føli eg meg heima, segði fegni sandavágsmaðurin.
Hjartaliga tillukku, KÍF!