Tað hevur higartil verið smáligt við hemaraveiði í kappingini Shark Atlantic 2009, men í gjár var eydnan við nøkrum av luttakarunum. Og tó.
Fimm bátar vóru úti í gjár og fiskaðu eftir hemara í kappingini, fýra úr Havn og ein úr Vestmanna. Báturin úr Vestmann við Bjarna Petersen og Flemming Gulaksen vóru so óhepnir at missa ikki færri enn seks hemarar. Teir royndu vesturi á Barinum.
Bátarnir úr Havn høvdu eydnuna við sær, tríggir kendu við hemara, og Jóhan Simonsen hevði tríggjar ferðir á, men hemarin tók ikki rættilga.
Jóannes Gaard misti seks, men fekk kortini tveir hemarar. Hesir vóru tó heldur smáir og vigaðu ávikavist 48 og 62 kilo. Hann var einsamallur í bátinum, men fekk hjálp frá Terja Djurhuus, sum kom umborð av einum øðrum báti.
Heini Weihe saman við Havgrími Johannessen fekk dagsins størsta hemara upp á 150 kilo. Hesin bardist í ein góðan tíma áðrenn hann var útlúgvaður.
Bátarnir úr Havn royndu allir suðuri í Nólsoyarfirði, um Kirkjubønes og har um leiðir.
Støðan í kappingini er sostatt:
1: Hemari 150 kg. Heini Weihe
2: Hemari 62 kg. Jóanes Gaard
3: Hemari 48 kg. Jóanes Gaard
Enn er møguleiki
Tað er enn møguligt at melda seg til kappingina, sum endar 1. desember.
Luttøkugjaldið er kr. 500,- sum skal setast inn á
konto 9181 - 154.793.5 í Eik.
Viðmerkjast skal navn á lutakara og Shark Atlantic 2009.
Mail skal sendast til magniblastein@kallnet.fo <mailto:magniblastein@kallnet.fo> við fullum navni og mynd av luttakara soleiðis, at vit kunna upprætta ein profil av øllum lutakarum, sigur Heini Weihe.
Tá fyrireikararnir hava staðfeset inngjaldið, ert tú við í kappingini. Tað er altíð ein fyrimunur at gjalda í góðari tíð. Og ikki sama dag sum farið verður út at fiska, siga fyrireikararnir.
Kappast verður um at fáa størsta hemaran í vekt.
Annars ber til at síggja meira á www.fiska.dk
Góðir vinningar
1. Pláss - frá P/F Jógvan Weihe
Ein Shimano Tiagra 50 trolling tráða
Eitt Shimano Tiagra 30 spæl.
500 metrar flættað lína (til hemara).
Ein flótidrakt.
Samlað virði uml. kr. 10.000,-
2. Pláss - frá P/F Bátatænastan
Ein Lorenz compact X7 - 7" Gps/litkortplottari.
Virði kr. 7.200,-
Sí meira á www.bt.fo <http://www.bt.fo>
3. Pláss - frá Tryggingarfelagnum Føroyar
Kr. 5.000,- kontant