So er tunnilin tryggjaður

Við eini stórari brandvenjing í gjárkvøldið, sum setti allar partar undir trýst, varð endaligt punktum sett fyri dagføringini av Norðskálatunlinum

Trygd

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Klokkan 20 í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Norðskálatunlinum. Tríggir bilar renna saman og sjey fólk eru í bilunum.

Klokkan 20.05 kemur fráboðanin inn til alarmsentralin. Ein kvinna, ið er komin á staðið, er runnin til nærmastu neyðtelefon. So skjótt, sum hon hevur tikið hornið av neyðtelefonini, fer ein skipan í gongd, og fær alarmsentralurin tá beinanvegin nakrar lívsneyðugar upplýsingar.

Sjálvvirkandi skipanin boðar frá, at kvinnan stendur 1300 metrar frá tunnilsmunnanum á Norðskálasíðuni. Hon er skelkað. Tað er torført at fáa nakrar nærri upplýsingar frá henni ella at fáa hana til at gera nakað.

Klokkan 20.06 fáa Landssjúkrahúsið og Skálafjarðar Sløkkilið boðini.

- Orsøkin til at Skálafjarðar Sløkkilið fær boðini fyrst, er tí at alarmsentralurin á telduskíggjanum sær, at teir hava vindin í ryggin gjøgnum tunnilin, og at teir tí hava betri møguleika fyri at koma inn til bilarnar og bjarga fólkunum, sigur Jón Klein Olsen, politiovasti.

Tá hesi hava fingið boð, fær Sunda Sløkkilið boð um at rykkja út.


Livandi venjing

Ein slík venjing sum tann í gjárkvøldið skal gjarna vera so autentisk sum gjørligt og seta allar partar av tilbúgvingini undir trýst. Hetta má sigast at vera ein tann mest hugtakandi parturin av at eygleiða venjingina, at síggja hvussu hetta varð gjørt.

Inni í tunlinum fyllist við royki, og beinanvegin er greitt, hvønn veg roykurin fer. Úr eina bilinum hoyrist javnan eitt skerandi kvinnuskríggj um hjálp. Í einum av hinum bilunum sæst fólk sita púra stilt, í sjokki. Minuttirnir ganga ógvuliga spakuliga meðan tú bíðar, og hvørt sekund kennist sum eitt mansævi.

Komnir til tunnilin skulu brandmennirnir fyrst syrgja fyri egnari trygd, áðrenn teir fara inn. Úr einum lítlum húsi beint við tunnilsmunnan fær sløkkiliðið stýrt ventilatiónini.

Meiningin er at hjálpa at blása roykin úr tunlinum, soleiðis at sløkkiliðið sleppur heilt framat. Men skipanin er hálvautomatisk, og ein hvirla av øvutari ætt ger, at tá vifturnar verða tendraðar, blása tær móti ættini, og miðjan á tunlinum fyllist við royki. Tað tekur fýra minuttir at steðga viftunum aftur og at fáa tær at blása hinvegin.

Tá tað nú blæsir rætta vegin, gongur ein løta, og síðan kemur fyrsti maðurin inn, sum er átaksleiðarin. Hann er fyrstur á staðnum, og fer beint í gongd við at meta um støðuna. Hann tosar við kvinnuna, sum boðaði frá, men hon er enn líka skelkað, og tað darvar arbeiðinum hjá honum. Hon hálar og skrykkir í hann.

Tá fyrstu roykkavararnir koma inn, skal roykurin køvast, og beinanvegin verður runnið við slangum. Sjúkrabilar fylgja skjótt eftir, og koma við børum til tey løstaðu.

Nøkur fáast lættliga úr bilunum, meðan onnur mugu skerast úr. Dúliga verður arbeitt inntil øll eru bjargað, og síðani verður tunnilin ruddaður aftur og latin upp fyri ferðslu.

Sjálvt í eini neyðstøðu, har lív standa í váða, er tað átroðkandi at fáa neyðstøðuna loysta sum skjótast og farleiðina latna upp aftur beinanvegin – ein uppgáva, ið eisini áliggur Landsverki.

Klokkan 22 er venjingin av og ferðsla sleppur aftur gjøgnum tunnilin.


Síðsti liður í dagføringini

Venjingin í gjárkvøldið var tann seinasti liðurin í dagføringini av Norðskálatunlinum, sum arbeitt hevur verið við í góð trý ár, og sum hevur kostað um 37 milliónir krónur.

Hetta var generalprøvin, har allar skipanir vóru royndar, og har teir feilir, sum kunnu koma fyri, skuldu gerast.

Næstu ferð okkurt er áfatt inni í tunlinum, eru bjargingarliðiðni eina venjing meira von við at bjarga mannalívum inni í tunlinum.

Samstundis er tilbúgvingarætlanin fyri tunnilin liðug og handað teimum pørtum, ið varða av trygdini í tunlinum. Hetta er tann triði tunnilin í landinum, Kollfjarðatunnilin og Hovstunnilin hava áður fingið tilbúgvingarætlanir.

Við venjingini í gjár varð punktum sett fyri dagføringini av Norðskálatunlinum.



Leirvík ella Kollafjørður

Meðan arbeiðið at dagføra Norðskálatunnilin er liðugt, er komið væl á leið við at dagføra Leynatunnilin eisini.

Tann næsti tunnilin, ið farið verður undir at dagføra, verður helst Kollafjarðatunnilin ella Leirvíkstunnilin. Tunlarnir verða dagførdir alt eftir hvussu stór ferðslan er í teimum og hvussu stórur tørvurin er á at dagføra tunlarnar.

Kollfjarðatunnilin er, hóast tað bert eru 17 ár síðani hann lat upp, ikki nútíðarhóskandi í samband við trygd.

Dagført verður eftir norskum standardi, og eru trygdarkrøvini sera stór. Tí verður talan helst um eitt sera umfatandi arbeiði at dagføra Kollfjarðatunnilin, tá nógva ferðslan gjøgnum tunnilin ger, at trygdarkrøvini eru uppaftur strangari enn til Norðskálatunnilin.