Tað er nógvur vindur í kvøld og í skrivandi stund eru veðumátingarnar hjá landsverki komnar upp á 46 m/s.
Tað er á Porkerishálsi, at veðurmátingarnar siga frá 46 m/s og á Norðradalsskarði eru 45 m/s.
Á Kambsdali eru 36 m/s, meðan Gjáarsskarður sigur frá 38 m/s. Við Velbastaðhálsin er tað komið upp á 38 m/s, og tað sama ger seg galdandi á Kambsdali. Tað er fitt av vindi um alt landið, sambært veðurmátingunum, og veðurstovurnar siga, at soleiðis verður tað til fyrrapartin í morgin.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at klokkan 21.15 kom fráboðan inn um, at tekjan á Húsarhaldsskúlanum aftur hevur rivið seg leysa í kvøld. Seinast hendan sama tekjan fekk skaða var í einum av jólaódnunum í fjør.
Bjargingarliðið í Klaksvík fór á staðið beinan vegin og sum skilst er tekjan fest aftur.










