So er klárt hjá Varðanum Pelagic

Innlendismálaráðið hevur nú endaliga avgreitt umsóknina um broytingar í byggisamtyktini frá Tvøroyrar býráð.

- Ja, hetta var ein ógvuliga greið og væl úr hondum greidd umsókn. Vit fingu hana á borðið í gjár, og hava avgreitt hana í dag, sigur Kári P. Højgaard.

Tað er vanligt, at spyrja byggi- og býarskipanarnevndina hjá landinum um ummæli av slíkum umsóknum, men tað var ikki mett neyðugt í hesum førinum.

- Tað er eftir §6 møguligt hjá okkum, at biða byggi- og býarskipanarnevndina um ummæli, men hendan umsóknin var so mikið greið, at vit ikki mettu tað neyðugt, sigur Kári P. Højgaard.

At ein kæra er løgd fyri Eystara Landsrætt í málinum metir innlendismálaráðharrin ikki hevur nakran týdning.

- Eg rokni ikki við, at málið endar aftur á mínum borði, tí eg rokni við, at málið er endaliga avgreitt, sigur Kári P. Højgaard.

Sostatt skuldi verið greitt hjá Varðanum Pelagic at hildið fram við útbyggingini á havnarlagnum á Tvøryri.