Í samband við, at Jørgin Olsen er byrjaður í nýggja starvinum, hevur í dag verið skipað fyri lítlari móttøku, so umboð fyri kommununa og starvsfólk annars fingu høvi at heilsa upp á nýggja leiðaran.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, bjóðaði leiðaranum hjartaliga vælkomnum og segði seg bæði vóna og vænta eitt gott samstarv. Hann ynskti honum alt tað besta og blíðan byr.
Jørgin Olsen fekk eitt eintak av bygdasøguni um Nes, Toftir, Saltnes, og í hesum sambandi minti borgarstjórin á, at nýggi leiðarin í barnagarðinum hevur røtur í kommununi.
Sjálvur takkaði Jørgin fyri móttøkuna og segði, at hann hevur glett seg til uppgávuna. Hann segði eisini, at hann fer at leggja stóran dent á samstarv við kommunu, varaleiðara, starvsfólk og foreldur.
Tað var í november í fjør, at bygdaráðið í Nes kommunu samtykti at seta Jørgin Olsen, námsfrøðing, í starv sum nýggjan leiðara frá 1. januar 2023 at rokna.
Jørgin Olsen er 55 ár, ættaður úr Fuglafirð og búsitandi í Runavík.
Umframt námsfrøðiliga útbúgving hevur hann tikið leiðarútbúgvingar. Hann hevur drúgvar royndir í námsfrøðiligum arbeiði í sambýlum og dagstovnum eins og leiðsluroyndir.
Hann var leiðari í Dagstovninum við Stórá í Rituvík árini 2008-2017, og síðan hevur hann verið eindarleiðari í Eind 1 hjá Almannverkinum í Norðoyggjum.
Í dag byrjaði Jørgin Olsen so í nýggjum starvi sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði.