Skoytubreytin hjá Tórshavnar kommunu er nú opin aftur – og aftur í ár er hon í garðinum í Kommunuskúlanum í Tróndargøtu/Tórsgøtu, har hon eisini var síðsta vetur.
Sambært Tórshavnar kommunu, so vitaðu um 10.000 skoytubreytina síðsta vetur. Skoytubretyin lat upp 28. november, og hon letur aftur 31. januar 2016. So tey, ið hava áhuga í at skoyta, hava næstu tveir mánaðirnar høvið til tess.
Breytin er opin hvønn dag frá klokkan 14 til 22 – tó leygardag frá klokkan 10 til 22.
Niðanfyri síggjast eldri myndir, tá skoytubreytin var í gamla kommunuskúlagarðinum.










