So er aftur smáligt á upsaveiði

Fýra trolbátar eru nýliga byrjaðir túr. Teir fiska allir havtasku, men eisini teir hava smáligan fiskiskap.

 

 

Í dag eru flestu partrolarapør til fiskiskap. Øll skipini fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

- Tveir djúpvatnstrolarar fiska kongafisk, og teir koma helst inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Fýra trolbátar eru nýliga byrjaðir túr, og teir fiska allir havtasku. Trolbátarnir koma helst inn aftur at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

- Trý garnaskip eru á svartkalvaveiði, men fiskiskapurin er smáligur. Øll garnaskipini koma inn at landa síðst í næstu viku, verður lagt aftrat um útlitini teir næstu dagarnar.