So byrjar FAROEXPO

Seinnapartin í dag verða fyrstu almennu fyrilestrarnir í stóru, altjóða vinnustevnuni, sum verður í Runavík.

Runavík: Leingi hevur verið sæð fram til hesa stóru og áhugaverdu stevnuna, sum nú byrjar í Runavík.
Umframt ta stóru vinnustevnuna sum er ætlað føroyskum og útlendskum fyritøkum, so fær almenningurin eisini at merkja hetta stóra tiltakið.
Ein partur av tiltakinum er tann stóra mentanarstevnan, sum longu er byrjað, og hin parturin eru teir almennu fyrilestrarnir, sum verða hildnir í samkomubygninginum hjá Kelduni í Skálafirði.

Uppkeyp
Longu leygardagin byrjaði sjálv mentanarvikan við sjónleiki. Sunnudagin varð hildið áfram við framsýningum og sjónleiki.
Men í dag byrjar so vinnustevnan við trimum áhugaverdum fyrilestrum í Kelduni.
Fyrsti fyrilesturin verður við Birgiri Nielsen, sum arbeiðir sum búskaparfrøðingur á Vinnudeildini í Føroya Sparikassa. Fyrilesturin kallar hann Fíggjarligar tænastur til útflutningsfyritøkur.
Síðani tosar Selinda í Heiðunum, tryggingarráðgevi hjá Tryggingarfelagnum Føroyar um útflutningstrygging.
At enda tosar íslendingurin Tórður Pálsson, stjóri á Greiningardeildini hjá Kaupthing Bank Island um eitt áhugavert evni, serliga fyri føroyingar. Fyrilesturin kallar hann Strategiskur vøkstur gjøgnum uppkeyp.
Í morgin verða eisini fleiri áhugaverdir fyrilestrar, samstundis sum føroyingar og útlendingar bjóða hvørjum øðrum tænastur á vinnustevnuni.