So byrjaði amerikanska valstríðið

Demokratiska oddavalevnið John Kerry verður nú lagdur undir at hava verið konu síni ótrúgvur

Í 1998 var Drudge Report fyrst við tíðindunum um, at Bill Clinton hevði fjasað við Monicu Levinsky, og nú vil hendan sama heimasíðan vera við, at John Kerry hevur havt í so gott samband við eina fyrrverandi tíðindakvinnu hjá tíðindastovuni AP. Sambært tíðindunum hittust tey bæði í 2001.

Alment er einki komið fram um, hvør kvinnan er, men sambært Drudge Report er hon væl yngri enn Kerry. Sagt verður, at kvinnan rýmdi úr USA til Afriku, tá ein amerikonsk sjónvarpsstøð herfyri ringdi til hennara. Matt Drudge, sum eigur Drudge Report, vil vera við, at fleiri av teimum stóru amrikonsku bløðunum hava vitað um sambandið ímillum John Kerry og tíðindakvinnuna, men at tey hava valt at tiga.

Talsmenn hjá demokratiska flokkinum søgdu í gjár, at tíðindini um John Kerry eru ikki annað enn ein skitin liður í valstríðnum. Republikanararnir hava í seinastuni sagt tað sama um demokratarnar, sum vilja vera við, at George W. Bush slapp undan at gera hertænastu í Vietnam, tí pápi hansara fekk ávirkað myndugleikarnar til tess. John Kerry var harafturímóti hermaður í Vietnam-krígnum og fekk heiðurstekin fyri sítt dirvi.