So byrja finalurnar

Tey bæði liðini hava størsta partin av kappingarárinum verið á odda í kvinnudeildini, men eitt skifti kom Neistin sær í álvarsligar trupulleikar.

Tað eydnaðist teimum tó akkurát at toga seg fram um VB, og í kvøld fæst so at vita, um tær hava nakran møguleika at standa Stjørnuni kurl.

Talan verður um antin tvær ella tríggjar finalur. Skírishósdag klokkan 15 eigur Stjørnan heimavøll, og verður neyðugt við einum triðja finaludysti, verður hesin í Klaksvík tann 22. mars.