Ajax Keypmannahavn er loksins komið á talvuna. Ajax vann 26-24 ímóti Viborg HK í Bavnehøj-høllini í Keypmannahavn. Tað sá einki út hjá Hanusi og liðfeløgunum í 1. hálvleiki, og tá liðini fóru til hálvleik vóru teir grønu úr Mið-Jútlandi frammanfyri 16-10. Men í 2. hálvleiki sýndi Ajax ein nógv betri hugburð, og tað eydnaðist teimum at toga ein sigur í land. Heini Hanusarson var sera eyðsýndur í dystinum, og saman við Nikolaj Koch-Hansen var Heini toppskjútti hjá Ajax í kvøld. Báðir skutu 6 mál hvør. Komandi mikukvøld spælir Ajax ímóti FCK Håndbold. Hóast sigurin, so er Ajax enn næstniðast í CCB Mobil liguni við tveimum stigum. Men nú tey fyrstu stigini eru komin, so fer at síggja ljósari út hjá Ajax.