So bragdaði hjá United og Rooney

Eftir tríggjar dystir uttan mál, eydnaðist tað í kvøld Manchester United at skora og at vinna aftur

 

Átta dystir hava verið í bólkaspælinum av Champions League í kvøld.

 

Real Madrid er víðari

Størsti dysturin var á Bernabeu leikvøllinum í Madrid, har Real Madrid og Paris Saint Germain hittust. Tann dystin vann Real Madrid 1-0, eftir at Nacho Fernandez skoraði einsamalla málið í dystinum, tá 35 minuttir vóru leiktir. Við sigrinum hevur Real Madrid longu tryggjað sær pláss í sekstandapartsfinalunum av Champions League kappingini.

 

Wayne Rooney avgjørdi

Á Old Trafford í Manchester, skuldi Manchester United spæla ímóti CSKA Moskva. Manchester United hevur seinastu nógvu dystirnar verið úti fyri hvøssum atfinningum, tí at felagið skorar ov fá mál. Serliga hevur kritikkurin gingið útyvir liðskiparan og lyklaleikaran, Wayne Rooney.

Men bæði Wayne Rooney og Manchester United svaraðu í kvøld av álvara aftur. Teir vunnu heimadystin móti CSKA Moskva 1-0, har Wayne Rooney skoraði avgerandi málið.

 

Manchester City vann trupla útidystin

Eisini hitt enska felagið, Manchester City, vann í kvøld sín dyst. Teir vunnu 3-1 á útivølli móti Sevilla, og hava mestsum tryggjað pláss í sekstandapartsfinalunum, sum vera leiktar í februar.

 

 

 

Úrslitini í Champions League í kvøld:

 

Bólkur A:

Real Madrid-PSG 1-0

Shaktar Donetsk-Malmø FF 4-0

 

Bólkur B:

Manchester United-CSKA Moskva 1-0

PSV Eindhoven-Wolfsburg 2-0

 

Bólkur C:

FC Astana-Atletico Madrid 0-0

Benfica-Galatasaray 2-1

 

Bólkur D:

Borussia Monchengladbach-Juventus 1-1

Sevilla-Manchester City 1-3