Snýr seg um trygd hjá mammu og barni

- Vit kunnu ikki bara hugsa um politikk

Tað er einki galið í at spyrja fakfólk um góð ráð.

 

Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Hon stóð eitt sindur fyri skotum í gjár fyri tað, at tað nú verður mælt øllum kvinnum í Suðuroy til at fara til Havnar at eiga á Landsjúkrahúsinumm heldur enn at eiga á føðideildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Sagt verður, at tað er tryggari at eiga á Landssjúkrahúsinum, tí at Suðuroyar Sjúkrahús hevur ikki ta neyðugu tilbúgvingina, skuldi alt ikki gingið eftir vild hjá eini barnakonu.

 

Tað var Jacob Vestergaard, tingmaður, sum vildi hava at vita, um, hvat hon ætlar at gera fyri at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi kann verða ein natúrligur partur av sjúkrahúsinum.

 

Sjálvur heldur hann, at hetta er ein politiskur spurningur.

 

- Tað er ongin orsøki at spyrja nakran um, hvussu tað skal skipast. Tað er bara at geva greið boð um, at føðideild skal vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og so er at seta tað í verk sum krevst, fyri at tað kann bera til. Tað er ein fortreyt fyri trivnaði í Suðuroy, at ein føðideild er í Suðuroy, sigur hann.

 

Sirið Stenberg sigur, at avgerðin um at mæla øllum kvinnum í Suðuroynni til at fara til Havnar at eiga, varð ikki ein politisk avgerð. Tað var ein faklig avgerð, sum undanfarni landsstýrismaður tók, eftir at eitt tilmæli var komið frá Suðuroyar Sjúkrahúsi um at flyta allar føðingar á Landssjúkrahúsið.

 

- Síðani skuldu Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús gera eitt tilmæli um, hvussu føðingarnar skulu skipast og tað tilmæli kom beint fyri jól.

 

- Har mælti Suðuroyar Sjúkrahús til, at eina skipan varð sett í verk í heimaføðingum, men at heimaføðingarnar kunnu vera á sjúkrahúsinum.

 

- Tað tilmælið var Landssjúkrahúsið ikki samt í. Hinvegin varð mælt til at biða Landslæknan um eitt tilmæli, og har liggur málið í løtuni, tí tað tilmælið er ikki komið enn.

 

Ein ivaspurningur, sum greiða skal fáast á, er, um tað er heilsuverkið, sum skal hava ábyrgdina av heimaføðingum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ella ikki.

 

Hinvegin ger Sirið Stenberg greitt, at tað er alneyðugt at hava ljósmøður í Suðuroy og tað er eisini neyðugt at hava eina tilbúgving til tær kvinnur, sum eiga óvæntað.

 

Harafturat sigur Sirið Stenberg, at undanfarni landsstýrismaður upplýsti, at tað var ikki fyri at spara, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd, tí í nógvum førum er tað dýrari at føra allar barnakonur til Havnar, og at hýsa teimum í langa tíð.

 

- Hetta snýr seg ikki bara um politikk og pengar, tí hetta er ein spurningur um trygd  og tað, vit gera, má vera fakliga Forsvarligt. Og tí er tað eisini neyðugt at vita, hvussu serkunnleikin metir um støðuna, sigur landsstýriskvinnan.