Í MTV varð bert tað eina lagið við Snoop Dogg víst, men tey, ið høvdu leitað sær inn á Ráðhúsplássið hoyrdu vælumtókta amerikanska rapparan spæla fleiri onnur løg. Saman við Pharrel Williams fekk Snoop gott lív í fólkið. Í móti endanum á síðsta sanginum fóru Snoop og Pharrell niður at taka í hondina á fólki. Tá Snoop sá ein ungan mann við eini hasjsigarett, bað hann um ein guv, og guvaði væl og virðiliga, meðan tey sjey túsund fólkini á Ráðhúsplássinum hugdu við á stórskíggja.
- Hetta var ein serligt hasjsigarett sera sterk, eg hevði slikkað pappíri einaferð eyka sigur 19 ára gamli Abbas, sum var maðurin, ið átti og hevði ballað hasjsigarettina..
- Talan var um gott hasj 80 kr. grammið, og hon var so tjúkk, sigur hann og roynir at vísa við fingrunum.
Abbas er Snoop Dogg fjeppari, og hann tyktist væl nøgdur við kvøldið.
- Tá hann spurdi meg, um hann kundi fáa ein guv hugsaði eg “Heilt sikkurt”, greiðir Abbas frá.
Snoop Dogg hevur í nógv ár verið virkin talsmaður fyri at gera cannabis lógligt, og varð herfyri tikin í USA fyri at hava pott uppiá sær.
Í Danmark fær roykingin neyvan nakrar avleiðingar fyri Snoop Dogg, so kanska verður hann verandi har. Tí í USA bíðar løgreglan eftir honum. Tað gjørdist í gjárkvøldið greitt, at løgreglan hevði fingið boð um, at handtaka Snoop, fyri eitt mál har hann fyrr í ár royndi at smugla ein løgreglugassa umborð á eitt flogfar.