Snildir landsstýrismenn

…einskilja Atlantic Airways fyri síðani at taka fíggjarliga grundarlagið undan felagnum.

Við beráddum huga fóru teir undir at einskilja Atlantic Airways. Endamálið var helst at fáa pening í ein alsamt slunknan landskassa

Teir fingu, eftir øllum at døma ørvitisknokkar at seta partapening í felagið, og landsstýrið fekk á henda hátt millióna upphæddir, og tá teir so høvdu fingið tær, byrjaði niðurteljingin, og skuldi eisini vera við til at fíggja nógv umtalaðar yvirtøkur.

Nú skuldu tey, sum høvdu keypt partapening í felagnum, lumpast. Teir syrgja eisini fyri at fíggjarliga avkastið ikki skal vaksa, men minka. Teir taka grundarlagið undan tax-fríu søluni, og vera tí beinleiðis orsøkin til, at avlopið minkar munandi, ella heilt hvørvur.

Í einum høggi taka teir fíggjarliga grundarlagið undan – ikki bert Atlantic Airways, men eisini Smyril Line, og taka hvørkratak um ferðavinnuna í síni heild, og seta alt trúvirði í vanda hjá almenna nationala stoltleikanum.

Teir hava eisini syrgt fyri, at tað er ov seint at iðra seg um keypið av partabrøvunum, og eisini ljóðar, at einskiljingin er heilt steðgað upp, og at fleiri partabrøv verða ikki at síggja á marknaðinum í bræði.

Sølan av teimum partabrøvum, sum longu eru seld, verður heldur ikki løtt at umseta, aftan á gølukenda framferðarháttin; at máa fíggjarliga støðið undan Atlantic Airways, nú tax-fría sølan skal steðgast við eini einfaldari kunngerð, og tá verður helst heldur eingin áhugi at keypa ella umseta partabrøvini í felagnum.

Tá spurningurin um einskiljingin av Atlantic Airways tók seg upp, vóru tað mong, sum vóru í iva, um hetta var rætta gongdin, men politiski meirilutin vildi tað øðrvísi. Prosessin byrjaði.

Hon er eftir øllum at døma steðgað aftan á at fleiri hundrað ella túsund føroyingar og útlendingar hava ognað sær partabrøv.

Snildir landsstýrismenn, sum eingi mørk kenna sær fyri at útvega landskassanum løtuvinning, og at lumpa føroyingar og útlendingar at seta pening í felagið, fyri síðani at taka fíggjarliga grundarlagið undan íløguni. Snilt, men ørvitiskent hugflog.