Snild framtíð í Kongshøll

Hvussu kunnu vit við snildum og skipaðum KT-loysnum skapa ein betri bý og eitt betri samfelag?

 

Mikudagin og hósdagin 6. og 7. november verður ráðstevnan - Snilda framtíðin - í Kongshøll. Ráðstevnan, sum Fróðskaparsetrið saman við Tórshavnar kommunu og Hugskotinum skipa fyri, setir fokus á, hvussu vit við snildum og skipaðum KT-loysnum kunnu skapa ein betri bý og eitt betri samfelag.

Ráðstevnan leggur dent á trý øki, sum leggja trýst á kommunur í Føroyum og vælferðarsamfelagið sum heild. Men, hesar avbjóðingar kunnu mennast við snildari loysnum. Hesar eru: 1) Eldraøki 2) Samferðsla og 3) Orka í bygningum.

- Snildfon, smart-TV og smart-watch eru tól, sum sameina og skapa snildari atgongd til ymiskar tænastur, sum gera gerandisdagin lættari. Men, kunnu vit ímynda okkum eitt púrasta “snilt samfelag”, har allur býurin, tænastur og skipanir tosa saman og eru snildar?

Átrokandi veðurlagsbroytingarnar krevja, at vit arbeiða mótvegis loysnum, sum tryggja okkara framtíð og vælferðarsamfelag.

Í samband við ráðstevnuna verður ein framsýning av ”Internet of Things”, sum fyrireikararnir rópa tað. Tøkni og tól, sum vit brúka í gerandisdegnum, kunnu ”tosa” við hvønn annan og við okkum, og hetta letur upp fyri nýggjum møguleikum fyri, hvussu vit brúka tøkni og tól í framtíðini.

Fyrireikararnir vísa á, at framsýningin er ætlað at geva íblástur, har fólk fáa møguleika at uppliva og royna IoT-tøkni og at skilja betur, hvat IoT snýr seg um.

Lagt verður aftrat, at framsýningin eitt nú fevnir um ymiskar IoT-loysnir innanfyri heilsu og omsorgan, og IoT-skipanir, sum kunnu brúkast til eftirlit, fjarstýring og sjálvvirkandi skipanir í býum innan eitt nú parkering, vatn, orku og umhvørvi.