Mitt í nátt ringdi ein ung kvinna í Havn til løgregluni og boðaði frá, at ein fremmandur maður var komin inn til hennara.
Úthurðin hevði staðið opin og hann var komin óboðin á gátt hjá henni.
Fyrst hevði hann sett seg í køkina, har hann hevði skonkt sær eitt glas av víni.
Men so varð hann blivin troyttur av víni og fór inn í kamarið, har unga kvinnan lá og svav og vildi hava hana upp at kóka honum kaffi.
Hon fekk ringt eftir løgregluni, men tá ið politistarnir komu á staðið, vildi maðurin framvegis ikki fara á dyr, tí hann vildi hava kaffi.
Tískil mátti løgreglan handtaka hann og fara avstað við honum.
Talan var um ein útlendskan sjómann og hann varð førdur umborð á skipið.
Hóast maðurin ikki gjørdi nakað, var hetta eitt ótespuligt upplivilsi hjá kvinnuni og løgreglan heldur, at kanska eru er tað vert at umhugsa at læsa úthurðina um næturnar.